Í nýggja blaðnum eru samrøður við lærararnar í Vágs skúla, sum fekk Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags í vár, og somuleiðis við skúlastjóran og skúlastýrisforkvinnuna í Skála skúla, sum tvær ferðir hevur vunnið Veðurlagsvirðislønina.
Samrøða er eisini við landsstýrismannin við skúlamálum um týdningin av skapandi lærugreinum í fólkaskúlanum og við føroyskan og norðurlendskan granskara umframt formannin í Føroya Lærarafelag um slóðbrótandi gransking í viðurskiftum hjá lærarum. Umrøða er av lesiskeiðum og lesiátøkum, greinir eru um vitlíki og skúlafráveru og annað.
Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.
Flestu næmingarnir ganga í Námi X í Havn; har eru 185 næmingar innskrivaðir til skúlaárið 2026/27, ella meira enn helvtin av næmingunum í 10. flokki.
Les meira