Hagtalsgrein
Fáar umsóknir til læraraútbúgvingina
Tað er ein gongd, ið vit eiga at taka í álvara, at talið á umsóknum til læraraútbúgvingina er so lágt. Í miðal hava 72 søkt til lærara, síðan útbúgvingin varð skipað sum bachelorlestur á Námsvísindadeildini í 2008. Tá tað bara eru 51 umsóknir til læraraútbúgvingina, so eru tað 21 umsóknir færri enn eitt miðal ár.
Talið á umsóknum var lágt í 2019 og aftur í 2023, tá tað bara vóru 52 umsóknir. Síðan vaks talið til 84 í 2020, men gongdin frá 2020 til 2023 var tíverri, at talið á umsóknum lækkaði við umleið 10 ár eftir ár, til 52 aftur í 2023. Í 2024 vóru 73 umsóknir, og tá sá betur út, men í fjør vóru bara 55 umsóknir, og í ár eru tað 51.
Nú tað aftur í ár eru um 50, triðja árið av teimum seinastu fýra árunum, kann tað tykjast sum hetta er nýggja støðið, men tað eru um 20 umsóknir færri enn eitt miðal ár, síðan læraraútbúgvingin var skipað á Setrinum. Nú talið av umsóknum er lækkað so nógv, eiga myndugleikarnir og Setrið taka støðuna í álvara, og málið má vera at fáa fleiri at søkja inn sum lærarar.
Tá vit varnaðust lága umsóknartalið á 52 í 2019, vóru vit stúrin, men longu í 2020 vóru aftur fleiri umsøkjarar. Gongdin, at talið á umsóknum bleiv minni ár eftir ár frá 2020 til 2023, órógvaði; tí vildu viðkomandi partar hyggja at, hvat vit kunnu gera, so vit aftur fingu fleiri umsóknir. Nú vit ár eftir ár hava fáar umsóknir, eiga allir partar at arbeiða fyri, at fleiri søkja á læraraútbúgvingina, tí tað hevur víst seg, at tey árini, tá tað eru nógvar umsóknir, so eru tað fleiri av teimum, ið verða tikin upptikin, ið gjøgnumføra læraraútbúgvingina og koma í starv sum lærarar.
Í miðal hava tað verið 72 umsóknir til læraraútbúgvingina árini frá 2008 til 2026, og tað árið, tað vóru flestar umsóknir, var í 2016, tá tað vóru 91 umsóknir. Talið av umsóknum er javnt lækkað síðan 2008. Fyrstu 10 árini, frá 2008 til 2017, vóru tað í miðal 79 umsóknir, meðan seinastu 10 árini hava tað verið 65 umsóknir, og seinastu fimm árini hava tað í miðal verið 59 umsóknir.
Tað eru uttan iva fleiri viðurskifti, ið hava ávirkan á, at færri søkja til lærara. Talið á teimum, sum fáa miðnámsskúlaprógv, er minkað seinastu árini; av hesum eru tað færri ung, sum kunnu fara undir víðari lestur. Læraraútbúgvingin er eisini í kapping um tey lesandi, og seinnu árini eru fleiri nýggjar útbúgvingar á Setrinum, sum fáa nógva umrøðu. Læruplássini tróta ikki, og arbeiði er til allar hendur. Hesi viðurskifti ávirka eisini, hvussu nógvar umsóknir eru til læraraútbúgvingina. Men at umsóknartalið minkar so nógv eftir so fáum árum, eigur at fáa avvarðandi partar taka støðuna í álvara.
Aðrar hagtalsgreinar
-
06.07.2026Fleiri kvinnur enn menn velja lærarastarvið
-
27.05.2026Fleiri føst lærarastørv í ár enn seinastu tvey árini
-
12.11.2025Næmingatalið í serflokkum tvífaldað seinastu seks árini
-
11.11.202539 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli
-
10.11.2025Færri og størri fólkaskúlar
-
04.11.202575 % kvinnur og 25 % menn eru lærarar í fólkaskúlanum