Hagtalsgrein
Fleiri føst lærarastørv í ár enn seinastu tvey árini
Nú skúlarnir hava lýst eftir lærarum til komandi skúlaár, 2026/27, er lýst eftir 156 størvum. 50 føst og 102 tíðaravmarkaðum lærarastørv, eitt fast og eitt skúlastjórastarv og eitt fast og eitt tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri. Aftrat hesum koma umsóknir eftir lærarum til báðar frískúlarnar, eftirskúlarnar og serbreytirnar á miðnámi. Føstu størvini eru fleiri enn í fjør, men talið av tíðaravmarkaðum størvum er enn høgt.
Til skúlaárið 2026/27 hava 30 skúlar samanlagt søkt eftir lærarum til 48 føst størv og 100 tíðaravmarkað størv, einum varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv, einum varaskúlastjóra í fast starv, einum skúlastjóra í tíðaravmarkað starv og einum skúlastjóra í fast starv.
Skúlarnir hava lýst eftir til samans 52 føstum størvum, har av 50 eru lærarastørv, eitt er varaskúlastjórastarv og eitt er skúlastjórastarv. Hetta eru fleiri føst størv enn í fjør, tá tað bara var lýst eftir 32 føstum størvum. Vit mugu aftur til skúlaárið 23/24 fyri at finna eitt ár, har tað vóru líka nógv føst størv at søkja.
Skúlarnir søkja eftir 104 tíðaravmarkaðum størvum, tað er størv í eitt skúlaár og nøkur vegna barnsburðarfarloyvi eru í styttri tíð . Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað størv, tí lærarar eru í farloyvi og í barnsburðarfarloyvi, men tað er einki yvirlit yvir hesi farloyvi hjá lærarum. Lærarafelagið hevur spurt seg fyri í skúlunum, og hesi tølini vísa, at tað eru væl fleiri tíðaravmarkað størv í skúlunum, enn tað eru lærarar og skúlaleiðarar í farloyvi ella í barnsburðarfarloyvi.
Samanlagt er søkt eftir 152 lærarum, so bara triði hvør umsøkjari fær boðið fast starv. Tað eru alt ov nógv tíðaravmarkað størv, hóast støðan er betri enn í fjør, tá tað var lýst eftir 128 lærarum, harav bara 32 vóru føst størv ella fjórða hvørt starv.
Tølini eru gjørd upp, tá skúlarnir hava lagt lýsingarnar út, eftir at teir havi fingið játtanina til komandi skúlaár. Tað koma vanliga nakrar lýsingar aftrat eftir tíðaravmarkaðum størvum, tá summarfrítíðin nærkast; hesar eru ikki taldar við í yvirlitið. Men talið av føstum størvum er neyvt tað, sum lýst hevur verið eftir.
| Skúlaár | 22/23 | 23/24 | 24/25 | 25/26 | 26/27 |
| Tíðaravmarkað størv | 88 | 99 | 95 | 96 | 104 |
| Føst størv | 30 | 51 | 32 | 32 | 52 |
| Størv tilsamans | 118 | 150 | 127 | 128 | 156 |
Fylgjandi landsstýrisfólk hava sagt seg sinnað at gera batar, men framvegis verða líka nógvir lærarar settir í tíðaravmarkað starv. Hetta er at harmast um, tí at landsstýrisfólkið kennir til støðuna, og hvussu ótryggar umstøðurnar eru hjá nýútbúnu lærarunum.
Aðrar hagtalsgreinar
-
12.11.2025Næmingatalið í serflokkum tvífaldað seinastu seks árini
-
11.11.202539 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli
-
10.11.2025Færri og størri fólkaskúlar
-
04.11.202575 % kvinnur og 25 % menn eru lærarar í fólkaskúlanum
-
11.07.202555 umsóknir til læraraútbúgvingina
-
01.07.202536 nýklaktir lærarar