Hagtalsgrein

Færri og størri fólkaskúlar

10.11.2025
Tað eru 39 fólkaskúlar í Føroyum í dag; tað eru 13 fólkaskúlar færri, enn tað vóru í 2010. Síðan 2010 er næmingatalið í hvørjum skúla í miðal vaksið við 47 næmingum, frá 133 næmingum í 2010 til 180 í dag.

Hetta skúlaárið, 2025/26, ganga 7.130 næmingar í 39 fólkaskúlum; tað er í miðal 180 næmingar í hvørjum skúla. Tølini eru fyri næmingar í 1. til 10. flokk. Telja vit teir 324 næmingarnar við, ið ganga í forskúla, so eru tað í miðal 191 næmingar í hvørjum skúla. Harafturat ganga 70 næmingar í Skúlanum á Trøðni, ið er ein serskúli, og 165 næmingar, ið ganga í teimum tveimum frískúlunum. Næmingatalið í fólkaskúlunum er frá tveimum næmingum í Húsar/Syðradals skúla til 784 næmingar í Skúlin á Fløtum; telja vit forskúlan við, ganga 850 børn í skúlanum á Fløtum.

Fólkaskúlalandslagið er broytt, so at tað eru væl færri fólkaskúlar, sum hava minni enn 10 næmingar; tað eru tveir serliga stórir skúlar við upp ímóti 800 næmingum, og tað eru fleiri bygdir, ið ikki hava skúla.

Talið av smáum bygdaskúlum er minkað nógv. í 2010 vóru tað 15 skúlar við færri enn 10 næmingum í skúlanum, í dag eru tað 4 skúlar. Í 2010 var skúli í eitt nú í Funningi, Tjørnuvík, Haldórsvík, Húsavík, Koltri, Sandvík og Hovi; hesir skúlar eru ikki í dag.

Nakrir skúlar eru lagdir saman. Í sambandi við samanleggingina til Eysturkommunu vóru skúlarnir í Gøtu og Leirvík lagdir saman í Skúlan í Eysturkommunu, skúlarnir í Klaksvík lagdir saman í Skúlan á Skúlatrøð, Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn samanlagdir í Skúlan á Fløtum og Norðskála Oyrar skúli og Felagsskúlin á Oyrarbakka eru lagdir saman til Skúlan við Streymin.

Hyggja vit longur aftur í tíðina, so hava tað verið fleiri skúlar, í 1998 vóru 61 skúlar, í 1974 72 skúlar og í 1957 vóru tað 96 skúlar; tá vóru í miðal 57 næmingar í hvørjum skúla.