Hagtalsgrein

Fleiri kvinnur enn menn velja lærarastarvið

06.07.2026
Í juni fingu 27 læraraprógv, 20 kvinnur og 7 menn. Hetta samsvarar við býtið av kvinnum og monnum í fólkaskúlanum í dag. Ein uppteljing í fólkaskúlanum í oktober 2025 vísti, at 75 % av lærarunum eru kvinnur og 25 % menn.

Samanborið við árini frá 2012, tá fyrstu lærararnir vóru útbúnir eftir nýggju skipanini sum bachelorar, eru færri lærarar útbúnir, og parturin av monnum er minni enn tað hevur verið í miðal hesi árini. Seinastu 15 árini eru 465 lærarar útbúnir; av teimum eru 70 % kvinnur og 30 % menn; tað svarar til 325 kvinnur og 140 menn. 

Í miðal eru 31 lærarar útbúnir hvørt ár, umleið 9 menn og 22 kvinnur. Í ár fingu 27 læraraprógv, tað eru 4 færri enn eitt miðal ár. Tað árið flest fingu læraraprógv, var í 2018; tá 40 fingu læraraprógv, og lægsta talið var í 2015, tá 22 fingu læraraprógv. At tað er ymiskt, hvussu nógv fáa læraraprógv frá ári til ár, kemur millum annað av, at okkurt árið fella fleiri frá, og nøkur taka fleiri farloyvi frá lestrinum og blíva seinni liðug við útbúgvingina.

Seinastu nógvu árini hava tað verið fleiri kvinnur enn menn, ið hava fingið læraraprógv, og býtið av lærarum í fólkaskúlunum í oktober 2025 var 75% menn og 25 % menn. Tøl í bókini Fólkaskúlalærarar í Føroyum vísa, at árini frá 1982 til 1997 var tað bara í 1982, at fleiri menn fingu læraraprógv enn kvinnur; tá fingu 11 menn og 8 kvinnur læraraprógv. Og árini 2008 til 2026 er tað bara í 2018, at fleiri menn enn kvinnur fingu læraraprógv; tá vóru tað 16 menn og 15 kvinnur.