Hagtalsgrein
39 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli
Skúlaárið 2025/26 vóru 39 fólkaskúlar í Føroyum við íalt 7.130 næmingum, tveir frískúlar við íalt 165 næmingum og Skúlin á Trøðni, ið er ein serskúli, við 70 næmingum.
Størsti skúlin er Skúlin á Fløtum við 784 næmingum, og minstur er Húsar-Syðradals skúli við tveimum næmingum.
Tveir skúlar er munandi størri enn hinir, teir eru Skúlin á Fløtum og skúliná Skúlatrøð. Í teimum báðum skúlunum ganga meira enn 1500 næmingar, ella gott fimti hvør næmingur í fólkaskúlanum.
Skúlarnir eru býttir um alt landið: 5 eru í Norðoyggjum, 9 í Eysturoynni, 5 í Norðurstreymoy, 9 í Suðurstreymoy, 2 í Vágoynni, 4 í Sandoynni og 5 í Suðuroynni.
Talið av fólkaskúlum er minkað støðugt seinnu árini. Í 2010 vóru 52 skúlar, í 2015 43 skúlar, í 2020 41 skúlar til skúlaárið 2025/26 eru 39 skúlar.
Tveir skúlar eru einastu skúlar, har tað ikki er vegasamband til oynna, tað eru Nólsoyar skúli, har tað eru 10 næmingar, og Húsar-Syðradals skúli, ið hevur tveir næmingar. Tað hevur eisini verið skúli í Fugloy, men skúlaárið 2025/26 eru eingi børn í skúlaaldri á oynni.
Tað eru tveir frískúlar. Lítliskúli við 67 næmingum og Frískúlin Keldan við 98 næmingum. Tað vóru tríggir frískúlar, men Frískúlin í Havn læt aftur í 2024. Lítliskúli og Frískúlin Keldan hava báðir forskúla, tað eru 8 næmingar í forskúla í Lítlaskúla og 15 í Frískúlanum Kelduni.
Tað er ein serskúli í Føroyum, tað er Skúlin á Trøðni, har ganga 70 børn í fyrsta til tíggjunda flokki. Skúlin á Trøðni er vaksin seinnu árini, skúlaárið 2024/25 vóru 64 næmingar í skúlanum, og 23/24 vóru 61. Skúlin á Trøðni er skipaður eftir lógini um serskúla og hevur sína játtan á fíggjarlógini.
Næmingarnir í forskúlanum eru ikki taldir við í hesum tølum. Skúlaárið 2025/26 ganga 324 næmingar í 11 forskúlum. Verða næmingarnir í forskúlum eisini taldir við, so var Skúlin á Fløtum størstur við 850 næmingum frá forskúla til 9. flokk. Tá forskúlar eru taldir við, so eru í miðal 191 næmingar í hvørjum skúla.
|
Skúlar 2025/26 |
Næmingatal |
|
Skúlin á Fløtum |
784 |
|
á Skúlatrøð |
769 |
|
Eysturskúlin |
574 |
|
Runavíkar Kommunuskúli |
461 |
|
Sankta Frants skúli |
389 |
|
Skúlin á Argjahamri |
385 |
|
Skúlin við Løgmannabreyt |
374 |
|
Hoyvíkar skúli |
361 |
|
Fuglafjarðar skúli |
315 |
|
Skúlin á Giljanesi |
291 |
|
Skúlin í Eysturkommunu |
241 |
|
Skúlin við Streymin |
234 |
|
Tvøroyrar skúli |
228 |
|
Vágs skúli |
226 |
|
Tofta skúli |
203 |
|
Vestmanna skúli |
163 |
|
Sørvágs skúli |
163 |
|
Stranda skúli |
161 |
|
Kollafjarðar skúli |
132 |
|
Frískúlin Keldan |
98 |
|
Eiðis skúli |
80 |
|
Hvalbiar skúli |
77 |
|
Skúlin á Trøðni |
70 |
|
Skála skúli |
67 |
|
Frískúlin Lítliskúli |
67 |
|
Kvívíkar skúli |
66 |
|
Sandoyar Meginskúli |
58 |
|
Sands skúli |
41 |
|
Sumbiar Skúli |
35 |
|
Skúlin á Fossánesi |
35 |
|
Skopunar Skúli |
34 |
|
Porkeris skúli |
34 |
|
Velbastaðar skúli |
34 |
|
Viðareiðis Skúli |
28 |
|
Kaldbaks Skúli |
27 |
|
Hvalvíkar skúli |
24 |
|
Hósvíkar skúli |
13 |
|
Nólsoyar skúli |
10 |
|
Skálavíkar skúli |
4 |
|
Oyndarfjarðar skúli |
4 |
|
Haraldssunds skúli |
3 |
|
Húsar/Syðradals skúli |
2 |
Les eisini: Skúlablaðið
Aðrar hagtalsgreinar
-
12.11.2025Næmingatalið í serflokkum tvífaldað seinastu seks árini
-
10.11.2025Færri og størri fólkaskúlar
-
04.11.202575 % kvinnur og 25 % menn eru lærarar í fólkaskúlanum
-
11.07.202555 umsóknir til læraraútbúgvingina
-
01.07.202536 nýklaktir lærarar
-
07.07.202473 umsóknir til læraraútbúgvingina