Hagtalsgrein

360 næmingar í 10. flokki í 10 skúlum

16.07.2026
Flestu næmingarnir ganga í Námi X í Havn; har eru 185 næmingar innskrivaðir til skúlaárið 2026/27, ella meira enn helvtin av næmingunum í 10. flokki.

360 næmingar eru skrivaðir inn at byrja í 10. flokki í august 2026. Tað eru 46 % av næmingunum, sum gingu í 9. flokki undanfarna skúlaár. Hesir næmingar ganga í tíggju skúlum, skipað í seks 10. floks tilboð ella samstørv. Flestu næmingarnir ganga í Námi X í Havn; har eru 185 næmingar, og næstflestir eru ávikavist á Skúlatrøð, har tað eru 55 næmingar, í e-Námi, har tað eru 46 næmingar, og samstarvinum millum Runavíkar og Tofta skúla, har tað eru 41 næmingar.

Næmingatal Í Námx

 Tað árið, tá flest næmingar vóru innskrivaðir í 10. flokk, var skúlaárið 2016-2017; tá vóru 512 næmingar, og tað árið, størsti parturin av árganginum valdi at fara í 10. flokk, var skúlaárið 2015-2016, tá 69,9 % av næmingunum vóru í 10. flokki. Seinastu 5 árini hava í miðal 387 næmingar verið í 10. flokki; hetta er í miðal 52 % av talinum av næmingum í 9. flokki árið fyri.

Í Tórshavn og Klaksvík eru allir næmingar í einum 10. floks tilboði; í teimum tilboðunum er skúladagurin nógv skipaður í breytir heldur enn í lærugreinar. Í Havn er Nám X, har 185 næmingar vera komandi skúlaár. Hetta er á leið sama tal sum í 2021 og 2022, men minni enn árini frá 2023 til 2025, tá tað vóru fleiri enn 200 næmingar. Í Valskúlanum í Klaksvík byrja 55 næmingar í august 2026, hetta er sama tal sum í fjør og nakað meira enn miðaltalið seinastu 5 árini.

Aðrir skúlar hava skipað samstarv um 10. flokk. eNám er samstarv millum Fuglafjørð, Strendur og Skúlan við Streymin. Onnur samstørv eru Runavík og Toftir, Vágur og Tvøroyri og somuleiðis hava Skúlin á Giljanesi og í Sørvági samstarvað um 10. flokk.

Næmingar Í 10 Fl Og 9 Fl Árið Fyri 2026 (1)

Komandi ár eru tað fleiri dreingir enn gentur, sum eru innskrivað til 10. flokk, 201 dreingir og 148 gentur. Í Námi X verður býtið 100 dreingir og 85 gentur, í eNámi 27 dreingir og 15 gentur og í Runavík/Toftir 52 dreingir og 26 gentur.

10. flokkur er skipaður á annan hátt enn 9. flokkur, har næmingarnir meira kunnu fylgja sínum áhuga og fáa førleikar, sum tey beinleiðis kunnu taka við sær í arbeiðslívið, útbúgving og frítíðina. Við nýggju skipanini er 10. flokkur ikki meira endin á fólkaskúlanum, men heldur ein byrjan til eina virkna framtíð.