Bloggar
Kant help falling in love with juni
Tú ert brotin, farin í tvíningar – syngur Eivør Pálsdóttir. Tímatalvan í fólkaskúlanum er brotin í juni. Í hádeild ganga næmingar til próvtøku. Men áðrenn próvtøkuna hava hesi notið tíðina til fulnar. Onkran dag komu tey í skúla sum vóru tey úr Hawaii, dagin eftir sungu tey Ein Country Og Western Sang og vóru kovboyarar. Tey hava havt endaveitslu og seinasta skúladag og sungið – Skúlin er liðugur.
Í miðdeild og grunddeild er brotin tímatalva, pakkað við upplivingum – upplivingar, sum næmingar ikki hava í vanliga gerandisdegnum. Herfyri var rópt grindaboð!!! Lærarar og næmingar løgdu alt frá sær. Hetta stendur av góðum orsøkum ikki í ársætlanini, men lesa vit millum linjurnar í námsætlanini, er hetta ein upplagdur møguleiki at læra næmingar um føroyska siðvenju og mentan, har allir sansir eru við.
Óskipaði skúladagurin – vit rudda flokshølið, og vit fara frá einum flokshøli til eitt annað. Ein flokk eldri, onnur krøv og aðrir lærarar. Dagarnir kunnu sýnast ruðuleikakendir – men tað er í kaos, at tú eisini kennir kosmos. Tað er her, at tær serligu og ógloymandi løturnar eru. Tú hugsar møguliga bara niðurteljing til summarfrítíðina, men tað eru hesar løturnar, tú minnist, og tú varnast seinni, hvussu nógv, tú lærdi.
Hvørjar løtur minnist tú serliga? Eg minnist túrin til Mikladals, tá ið eg sá Kópakonuna. Seturskúlan í Haraldssundi, tá ið vit gingu til Klaksvíkar at svimja. Seturskúlan í Hvalba, tá ið Sunnukvøld í mai var óendaliga endurspældur. Pasta bolognese á setursskúlanum, sum bara smakkaði allar best. Kvøldini, tá ið vit spældu S P ella K, fóru ov seint í song og sníktu okkum at spæla fløskan peikar. Tað eru hesar løtur, ið standa sterkar, og tað er í tí smáa, at vit kennast rík.
Tað er óivað stuttligast at vera vikarur hesa tíðina á árinum. Børnini spæla á vøllinum, og vit eru mitt í rokanum. Vit kenna okkum aftur í næmingunum og minnast, tá ið veðrið var so fagurt, og lærarin segði sólríka setningin – verið tit bara úti, veðrið er so gott. Eg sum vikarur fegnist um, at børnini sleppa at merkja eitt frírúm, kunnu stuttleika sær og brúka hugflogið úti í náttúruni. Seinasti mánaðurin á Setrinum áðrenn summarfrítíðina sær heldur øðrvísi út. Vit hava ikki brotna tímatalvu ella dagstúrar, men heldur hava vit áhugavert prát um pliktetikk, Aristoteles og Platon. Kierkegaard sigur: “Jeg kender ingen tanke så tung, at man jo ikke kan gå fra den.”
Fyrireikar tú teg til próvtøku, og alt kennist fløkt og trupult, kanst tú fylgja boðunum hjá Kierkegaard og fara ein gongutúr í føroysku náttúruni, sum er vakrari og grønari enn nakrantíð – og áðrenn tú veitst av, koma tankarnir upp á pláss, og tú fært svar upp á ósvaraðar spurningar.
Ofta siga lærarar, at børn vaksa mest í summarfrítíðini. Eins og sólin og regnið fær grasið at vaksa og blómurnar at blóma, er juni mánaður eins og substral hjá børnum. Juni er sætti mánaður í árinum, og vit eru komin í helvt. Mánaðurin er eyðkendur av sólarljósi og vakurleika, og alt er í samljóði. Lívsins summar – alt stendur í fullum blóma, og klokkan er ikki til. Vindeyguni eru opin, fólk syngja, og øll eru glað. Tað angar av summari, og vit gleðast um, at summarfrítíðin nærkast – vit eiga dagin og náttina við - nú skínur sólin bjarta.
Gott summar!