Bloggar

Syng, syng, syng – morgunsanguRIN

10.10.2025
Fríðunn Bolstad Mortensen, lesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar.

Rura, rura barnið - vælkomin lítli stíg inn - og ein summardag fara vit at ferðast - tann dagin lítla Karin ein ring á vegnum fann - kennir tú blómurnar, sum vaksa her í Føroyum - men tað er long tíð enn, várið kemur til sjóndar - nú liggur ein kavafonn tindi á - halt fast, tí tað rýkur so illa tá - allir ljósir einglar fylgja tær.

Syngja sama lag

Sangur er íborin menniskjanum - vit fanga ljóð longu í móðurlívi, og teir sangir, ið mamman syngur, meðan hon er við barn, kennir barnið aftur, og vit fáa Barnasangbókina í vøggugávu. Sangur er góður fyri alt, og allar kanningar vísa, at tá ið vit syngja við børnum, stimbra og menna vit tey á so nógvar hættir. Sangur skapar gleði og nærveru. Hann lærir okkum orð og tónar, ljóð og rørslur, og ikki minst styrkir sangur felagskensluna.

Vit eru øll samd um, at skermar og talgildi heimurin elva til færri felagsløtur - vit eru saman hvør sær. Tá ið vit syngja saman til morgunsang, eru vit ikki bert saman við okkara floksvinum, men saman við øðrum børnum í skúlanum, okkara lærarum og námsfrøðingum, og tað inniber, at vit fáa eina góða felagskenslu, at vit eru samd, og fólk í øllum aldri syngja sama lag.

Alt streingir, ið tóna

Føroyar er ein syngjandi tjóð - við føroyska dansinum hava vit eina sterka sangmentan, og vit hava eitt fjøltáttað savn við sangum til hvørt høvi - sangur eyðkennir okkum. Vit syngja til tær stóru hátíðarløturnar - vit syngja til landsdystir, til veitslur, á ólavsøku, á jólum og vit syngja, tá ið lívið gongur út. Sangur er við til at skapa eitt huglag, og tað ávirkar okkara kenslur á ymsan hátt - um eg hoyri sangin, “Gott ókeypis bað (Regnar)”, hugsi eg um barnaárini, og fái hug at hoppa og dansa. Hoyri eg tjóðsangin, kenni eg ein stoltleika av at vera føroyingur. Sangir siga okkum søgur, og tað er eisini gjøgnum sang, at vit læra - tú lærir nýggj hugtøk, tú lærir um árstíðirnar, um samfelagið, moral, kærleika, vinalag, náttúru, og tú víðkar tín sjónarring. Tú verður undirhildin, og tí er tað týdningarmikið, at vit leggja dent á at syngja føroyskar sangir, tá alt annað undirhald er á útlendskum máli.

Nú skínur sólin bjarta

Sangur eigur at vera ein týðandi partur av okkara gerandisdegi. Morgunsangur er okkara felagsmál - hvør fuglur syngur við síni nevi og fuglasongur er vakrast á morgni. Tað er ein løta frá undirvísingini, har næmingar eru saman - tað kennist sum ein fríløta, men tú lærir samstundis eina rúgvu. Kanningar vísa, at børn verða glað av at syngja, og endorfinir fara sveimandi gjøgnum kroppin, tá ið vit syngja. Kanningar vísa eisini, at sangur hevur jaliga ávirkan á trivnað. Tí er tað sera týdningarmikið at hava morgunsang í skúlanum.

Morgunsangurin eigur at vera løtan, vit øll gleða okkum til. Tá ið næmingarnir fara í hádeild, tykist tað sum, at hugburðurin er, at tað er flóvisligt at tíma væl morgunsang, og tað er ókul at syngja væl við. Sjálv minnist eg frá mínari skúlagongd, at tá ið tú gekk í hádeild, gjørdist tú ov kul og vaksin at syngja við. Gerast vit nakrantíð ov gomul at syngja? Teir sangir, ið tú lærir, tá ið tú ert barn, minnist tú, tá ið tú ert gamal - tú minnist livandi myndirnar, kenslurnar og luktin, tá ið tú sum barn var til morgunsang. Omma mín sang til tað síðsta, og sangirnar gloymdi hon ongantíð, tí hetta var nakað, ið hon mintist væl frá barnaárum, og hon mintist orðini betur enn vit.

Ver virkin, ver saman, ver hugbundin!

Tað er okkara ábyrgd sum lærarar at syngja við børnum - “jamen, eg dugi ikki at syngja”. Hóast vit lærarar ikki ljóða so væl sum Knút Háberg Eysturstein og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir til morgunsang í auluni á Frælsinum, eiga vit at syngja við børnunum. Tað er umráðandi at geva børnum ein sangskatt - um vit ikki læra børnini sangir, hvør skal so? Vit skulu geva børnum søgur og upplivingar gjøgnum sangir, heldur enn talgildar upplivingar, tí sangur er tann veruliga samveran.

Nú fari eg at fylgja ráðnum hjá Virkin oktober 2025 - 6.okt “syng og dansa til títt yndislag” - eg fari at leggja telefonina frá mær, tendra mítt yndislag og syngja og dansa. Gerið tit tað sama!