Bloggar
At vera lærari er ein framíhjárættur
Lærarar og skúli er nakað, flest øll hava eina meining um, tí øll hava gingið í skúla, og summi halda seg kenna skúlan, tí tey eiga børn í skúlanum. Tey flestu hava meiningar um, hvat ein góður lærari er, og hvat ikki er ein góður lærari, og vit, sum eru lærarar, hava eisini eina rímiliga góða mynd av ella minnir um góðar og minni góðar lærarar. Tað er eisini lætt at geva skúlanum skyldina og ábyrgdina, og tað er ofta at hoyra, at skúlin má taka hetta og hatta evnið upp; hetta eigur skúlin at taka sær av, verður javnan sagt.
Tað krevur nógv at vera lærari: at standa framman fyri einum heilum skúlaflokki nógvar tímar um dagin, at fáa uppmerksemi, at finna og skipa gott tilfar, at vekja áhugan, at fáa næmingarnar at trívast, hava meiningar og kenna til skyldur og rættindi, at skipa fyri foreldrafundum, viðtalum, seturskúlum og námsferðum, fundir við ymiskar stovnar, garðvakt og nógv annað. Eg havi onkuntíð hugsað, at tað skuldi verið ein skylda hjá øllum borgarum at havt garðvakt ella at roynt seg sum vikarur ein dag um árið, so høvdu fólk neyvan verið so skjót at úttala seg um lærarastarvið, tí tað krevur nakað serligt at vera lærari. Vit kunnu vera stolt av okkara starvi.
At vera lærari er heilt víst ein framíhjárættur, vit eru við til at mynda framtíðina. Hetta er ikki ein løtt uppgáva, men tað er stórt at hugsa, at tað er tað, vit gera. Tí hevur tað týdning at gera okkum tankar um, hvat fyri lærari vil eg vera? Hvussu møta vit børnunum, hvussu koma vit inn í skúlastovuna, hvørjum koma vit við? Duga vit at vera professionell, samstundis sum vit skulu vera menniskjalig og fevnandi?
Øll børnini, vit møta í skúlanum, eru serstøk. Tey eru tað dýrabarasta, foreldrini eiga, og vit fáa ábyrgd av at geva teimum bestu skúlagongdina, vit megna undir givnu umstøðum. Øll menniskju hava virði í sær sjálvum, tað mugu vit lærarar altíð hava í huga, og tey børnini, vit hava truplast at vera góð við, eru ofta tey, sum treingja mest til, at vit eru góð við tey. Vit skulu síggja einstaklingin, men vit mugu eisini læra børnini at ganga í takt, og tað kann vera ein stór avbjóðing í dagsins samfelag.
Vit seta tónan í flokkinum, okkara máti at tosa við og um børnini hevur ávirkan á sambandið, og hvussu børnin verða sædd av øðrum.
Eg dugi ikki at siga, um eg var tilvitað um, hvat slag av lærara eg var, tá eg sum 24 ára gomul trein inn í lærarayrkið, men eg hugsi, at tað fall mær lætt at vera saman við næmingunum, bæði teimum smáu og tannáringunum. Eg var bert 10 ár eldri enn mínir elstu næmingar, og tað var kanska ein av orsøkunum til, at eg treivst so væl saman við teimum, og so var eg so heppin at hava ein 3. flokk saman við einum øðrum lærara. Vit vóru bæði inni samstundis. Tað var læruríkt, gott og trygt, bæði fyri meg, sum nýggjur lærari, og fyri børnini. Eg bleiv flokslærari árið eftir, og eg slapp at hava tey, líka til tey fóru úr skúlanum, tí blivu tey nakað heilt serligt og eru tað enn, hóast tey eru væl og virðiliga vaksin.
Eftir hondini verði eg nokk roknað at vera ein “gamal” lærari, og eg eri heilt víst meira tilvitað um, hvussu eg eri saman við næmingum, hvat eg tosi við tey um, og hvussu eg komi inn í skúlastovuna. Nú skal líka sigast, at eg eri laaangt frá fullkomin lærari, havi eisini dagar, har onki gongur sum ætlað, og eg havi hug at finna annað starv, men tað plagar tíbetur at renna rímiliga skjótt av. Enn trívist eg væl saman við næmingunum, og eg kenni, at eg geri mun, at starvið er eitt týðandi starv. Eg eri errin av at vera lærari!