Bloggar

Sansa heimin og heimurin svarar aftur

11.04.2026
Fríðunn Bolstad Mortensen, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar.

Stillavika, pálmasunnudagur, skírishósdagur, langi fríggjadagur, páskadagur og annar páskadagur. Vika og dagar, sum eru uppkallað eftir innihaldi og bera boð um hátíðardám. Vit kenna angan av góðum mati, fegnast um litfagra páskaprýðið, sum vit kliptu og perlaðu sum seks ára gomul. Ljóðið frá knasandi minieggum og rullandi eggum, sum eru at líkna við listaverk. Tíðin, tá ið vit øll fara niður í gear - vit stegða á, hugna okkum saman og eru samd um, at gleðin er gul og vit eru takksom. 

Týski sosiologurin Hartmut Rosa gevur dagsins samfelag heitið acceleratiónssamfelagið - alt gongur við rúkandi ferð og einki nær at rótfesta seg. Vit lata okkum í renniskógvar, tí vit skulu náa nógv meira, men vit koma ongantíð á mál. Heimurin verður fremmandagjørdur, og menniskjan missir sambandið við seg og umheimin. Menniskjan noyðist tí at stegða á, skapa meiningsfull sambond og uppliva resonans. Tað er ikki nakað, ið kann jagstrast, men menniskjan skal skapa eitt samljóð - vit skulu sansa heimin og heimurin svarar aftur. 

Tá ið tú ert lærari, er tað latið tær í hendi at vera saman við næmingum fleiri tímar um dagin í tí tíðini, har børnini læra mest. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir læra at sansa heimin og menna forvitni og síggja lærdóm í øllum lívsins viðurskiftum. Á læraraskúlanum læra vit um nakað, ið verður kallað - død mus pædagogik. Hvat gert tú sum lærari, um næmingarnir rópa og siga, at teir hava sæð eina deyða mús? “Kul, at tit hava sæð eina deyða mús, men í dag skulu tit hava um krossskipan.” Tað er júst her, at tú skalt tora at lofta lærdóminum og skapa forvitni, hóast har einki stendur um mýs í ársætlanini. 

Vit minnast øll okkara lærarar - læraran, ið altíð luktaði av Coco Chanel, læraran, ið gekk í puntutari skjúrtu, og læraran í stilettum - tá ið vit hoyrdu: klikk, klikk, klikk frá skónum, vistu vit, at nú var tíð at seta seg niður. Vit minnast setningar og stuttligar orðingar, men sanniliga eisini løtur, har vit øll vóru vitni, tá ið onkur varð skeldaður. Tey orðini, ið lærarin sigur, seta seg djúpt í minnið. 

Fyrr í tíðini helt tú næstan ikki, at lærarar vóru verulig menniskju. Mannfólkalærararnir gingu í klædningi, tú reisti teg upp, tá ið lærarin kom inn, og tú dugdi als ikki at ímynda tær, at lærarin eingongd prumpaði - nú er tað broytt. Eg sigi ikki, at lærarar prumpa í skúlanum, men teir eru vorðnir meira frælsir. Tað, ið børn ynskja, er, at tú sum lærari veit, hvør tú ert sum persónur, og at tú megnar at vísa tað í undirvísingini. Ber fram tað góða, ið er í tínum hjarta og gev tað víðari til børnini. Lærarahópurin nýtist ikki vera eins - tú skalt finna tín læraraleiklut, og tú skalt hvíla í tær sjálvum. 

Í einari próvtøku, fekk eg spurningin - hvørjar styrkir og veikleikar fert tú at hava sum komandi lærari? Ein stórur spurningur, tá ið tú ert undir tíðartrýsti, hevur 30 minuttir eftir og hevur ikki koyrt keldulistan í alfabetiska raðfylgju. Hvat fer at mynda meg sum lærara? At vera lærari er at síggja næmingin, hyggja í eyguni á næminginum, siga góðan morgun, nevna næmingarnar við navni og geva teimum eina kenslu av, at her er gott at vera. Tú ert vegvísari og teirra fyrimynd, og tann eini setningurin, ið tú sigur, kann kveikja barnið til at fáa eyga á síni áhugamál. Eg eri á røttu hill, havi eg áður sagt í einum bloggi, og tað eri eg veruliga. At vera lærari er mítt dreymastarv, og eg eri takksom fyri, at eg kann vera ein ímynd av einum lærara, ið hevur nógv gott at bera næmingunum. 

Stillavika er av. Vit eru aftur í meldrinum, men vit gera sjálvi av, hvussu vit seta dagsskránna. Lívið er ikki ein rennikapping, men er givið okkum at njóta og sansa. Nú várið er komið, tjøldrini klippa - gott at vera til.