Bloggar

Vit eru øll børn á jólum

07.12.2025
Fríðunn Bolstad Mortensen, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar.

Veturin kom við kulda og kava – Lat teg væl í – Hygg kavin! hann er komin – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Nú er jól í grannalagnum – Gleðilig jól. Tað er desembur og vit kenna jólagleðina. Hetta er tíðin, tá ið vit øll hava nógv at gera, men eisini tíðin, tá ið vit stegða á – vit hugna okkum, drekka kakao og gløgg, pynta til jóla, vit søkja felagsskapin og fegnast um um jólagleðina. Børnini gleða seg og eru spent – og vit eru øll børn á jólum.

Jarðrokk og blues

Einki er sum at síggja út á hvíta KFUK-bøin í desembur – tú merkir jólahýrin, børn, ið stuttleika sær og flenna, meðan tey fara við fullari ferð sleðandi – brekkan er brøtt, og sleðan flýgur sanniliga sum ein rakett. Vit øll elska sangin, Sleðurokk – og eg verði aldrin troytt av at hoyra børnini syngja hart við. Sum barn var hetta eisini mín yndissangur – “Halt kjaft (Halt fast) – tí tað rýkur so illa tá” plagdi eg at syngja, áðrenn eg dugdi at lesa. 

Hví man alt vera so hugnaligt …

Gleðiboð – børn skriva jólakort aftur í ár. Eitt fantastiskt átak, har børnini kenna gleðina av at geva. Orðini sum børnini sjálvi koma við – tað verður standandi, og ikki bara sum eini messengerboð, ið kemur fram uppá 0,1 sekund og er gloymt løtu seinni. Børnini fáa høvi at skriva sjálvi, finna bústaðin hjá móttakaranum og bíða spent til jólakortið kemur í postkassan.

Eg vendi aftur til barnaárini – eg fari spent í skúla við nissuhúgvu á høvdinum. Vátar kavadraktir í gongini, hylur av vatni frá gummistivlunum, kavakríggj og spæl og øll við reyðum kjálkum. Summi børn venja jólasjónleik, meðan onnur venja luciagongu. Øll gleða seg til jólahaldið – at vísa fram fyri skúlanum og familjuni. Teppið verður drigið frá, pallurin er okkara, og jólahaldið byrjar.

Mær hevur altíð dámt væl at fara í skúla í desembur, men serliga árliga pyntidagin – ein av hugnaligastu døgunum í skúlaárinum. Øll eru spent, vit lurta eftir jólatónleiki, meðan vit sita og klippa og klistra, og vit pynta stovuna so vakra. Lærarin, ið roynir at fáa fløkjurnar úr jólaketunum, límstiftir við ongum proppi og glimmur um alt gólvið. Hetta er hugnaligasta løtan. Jólapyntið, sum tú gert í skúlastovuni, heldur nógv longur enn okkurt, ið tú hevur keypt. Nú pyntað verður her heima hjá okkum, síggi eg enn jólapyntið, ið eg havi gjørt, tá ið eg var barn. Tað kann væl vera, at linjurnar og litsamansetingin ikki er líka perfekt sum tað frá Georg Jensen ella Royal Copenhagen, men tað er mítt, og tað er nógv hugnaligari enn okkurt dýrt jólapynt. Beiggi mín gjørdi ein Star Wars-eingil sum fýra ára gamal í barnagarðinum. Tað skuldi vera ein eingil, men skuldi eisini hava ein dám av Baby Yoda frá Star Wars. Beiggi mín er nú 19 ára gamal, men mamma hongur framvegis eingilin upp hvørt ár, tí tað er hansara eingil og hansara úttrykk. So be it, um tað ikki er tann klassiski jólaeingilin. Kanska onkur børn fara at gera ein Labubu jólaeingil í ár, hvør veit?

Pakkaberin Gemalius

Okkara aðalmál sum lærarar er at bera fram ein góðan boðskap, ið ikki er materiellur. Tað snýr seg um at síggja hvønn annan við hjartanum, og tað snýr seg um at geva, um nærveru, samveru, hugna og gleði. Tú verður glaður av at geva. Vit savna pening inn fyri at geva øðrum, og vit ynskja, at øll skulu verða glað. Tað var rørandi at síggja skúlarnar savna pening inn til tiltakið Í menniskjum góður tokki – hetta er sanniliga vakurt. 

Tá milliónir tendra ljós

Útisetar koma heim at vera saman við familju, fólk renna runt og keypa tær seinastu jólagávurnar 23. desembur kl 21:59, býurin er vakurt prýddur, jólabýurin er hugnaligur, og jólatræið er tendrað – nú nærkast jólini og jólafrítíðin av álvara. Sum lesandi á Setrinum kanst tú ikki bert kalla hetta jólafrí, tí frítíðin ber eisini brá av at gera seg til reiðar til próvtøkur, men nógv tíð verður eisini til nærveru og hugna saman við familju og vinum á jólum. Eg eri so spent til jóla …