Bloggar
Eg elski bøkur!
Tá eg var barn, var eg limur í Anders And bog klub. Eg hugsi, at hesar bøkurnar við lekkrari permu og vøkrum myndum vóru við til at vekja mín hug til bøkur, hóast eg ikki dugdi at lesa sjálv. Træskrínið við bókunum stendur enn í Saltnesi, og tey flestu, sum hava verið í mínum barnaheimi tey seinstu 45 árini, munnu kenna bøkurnar og søgurnar, skattin ... sum eru at finna í bókaskríninum.
Tá eg fór í skúla og lærdi at lesa, var eg trúgvur gestur á bókasavninum í Tofta skúla, har eg las alt tað, sum var á føroyskum, hóast úrvalið ikki var so stórt til børn og ung. Eg fekk eisini føroyskar bøkur, m.a. Ronju Ránsmansdóttir, Brøðurnir Leyvuhjarta og Ránið í gávu. Harðir pakkar vóru teir bestu.
Tað mesta varð tó lisið á donskum, og tey flestu um mín aldur munnu kenna De 5, sum vóru mínar yndis bøkur. Krimi fyri børn er ikki at forsmáa.
Tá eg nærkaðist tannárunum var eg so heppin at fáa ein fullan pappkassa við donskum romanum. Spenningsromanum, sum vóru ein blanding av krimi og romansu. Ta tíðina var svøvnurin nokk í minna lagi, tí tað var so trupult at leggja bøkurnar frá mær.
Spurningurin er, hvussu nógv børn og ung í dag eru undirsvøvnt orsakað av eini spennandi bók? Nú er ein onnur tíð ... vit eru heppin, at nógvar bøkur koma út á føroyskum, men tey ungu og børnini eru verri fyri enn nakrantíð, tá tað kemur til at lesa og skilja tað, tey lesa.
Ein kann spyrja seg sjálva, um tað hevur týdning at lesa bøkur?
At lesa, ordiliga at lesa, at vera hugbundin og fangað av eini bók er so gevandi. Tað letur dyrnar upp til aðrar heimar, gevur okkum innlit í, hvat onnur menniskju hugsa, aðra mentan, gevur møguleika at skilja aðra lívsáskoðan og avgerðir enn okkara egnu. Vit kunnu eisini spegla okkum í bókum, læra at skilja okkum sjálvi betur. At lesa ger okkum eisini meira empatisk.
Lesing er grundarsteinurin undir læring, málmenning, kritiskari hugsan og persónligari menning. Tá vit lesa, víðka vit orðfeingið og læra at seta orð á tankar og kenslur, samstundis venja vit evnini at hugsavna okkum, reflektera og læra at síggja ymiskar støður úr fleiri sjónarhornum. Tí hevur lesing so stóran týdning!
Hugsið um tankavirksemið, um ein ikki eigur orð! Tað ber illa til at hugsa stórar tankar um orðfeingið er lítið.
Hvat kunnu vit gera, fyri at fremja lesigleði hjá børnum og ungum? Eitt tað týdningarmesta er at eggja foreldrum at lesa saman við børnunum. Hetta gera vit á Skúlanum á Argjahamri, har vit hava ein bókaklubb, sum vit kalla “Lesigleði”. Vit bjóða øllum børnunum í miðdeild í bókaklubb saman við einum vaksnum, og vit hava bæði mammur, pápar, ommur og abbar, sum ganga og hava gingið í bókaklubb hjá okkum.
Børn og vaksin lesa saman, so at nærveran, prát um orð og innihald, kvalitetstíð, nakrar upplivingar saman í senn í seinferð, verður partur av samveruni. Aðalmálið fyri “Lesigleði” er, at tvey ættarlið eru saman um bøkur, tí allar bøkur eru betri, um vit lesa tær saman.
Sum lærarar kunnu vit eisini skapa alsk til bøkur við at tosa eldhugað um bøkur, at vísa børnunum á bøkur, lesa fyri teimum og lesa fyri lesigleðina og ikki altíð hava uppgávur til bøkurnar. Tað besta er at lesa bøkur skjótt, tí koma tær í drag, kunnu børnini missa tráðin og sostatt missa hugin. Tað er ein stór uppgáva hjá okkum lærarum, tí tað vísir seg, at nógv foreldur ikki megna at geva børnunum ta stóru gávuna, lesigleði er.
Eg plagi at siga við foreldur og børn, at lívið er nógv lættari, tá man hevur lætt við at lesa.
Mín kærleiki til bøkur er ikki kólnaður, men hvat, eg lesi, skiftir eftir, hvar eg eri í lívinum, hvørjum menniskjum eg møti, hvat gongur fyri seg í samfelagnum, og eg lati meg eisini freista av einari bók við lekkrari permu, eins og tá eg var barn.