Bloggar

Føroyar, mín móðir

21.02.2026
Fríðunn Bolstad Mortensen, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar.

O, móðurmál, tú ríkt ert fyri mær. Hjartað kennist heitt og hjartaslátturin slær út úr takt, tá ið tú syngur setningar sum – Morgun í mars, hjartað eitt tjaldur, flýgur til tín. Grækarismessa, várið, móðurmálsdagur, LesiFest og flaggdagur banka á dyrnar. Føroyar, mín móðir, títt signaða navn. 

Tað spírar í Hoydølum – vit eru øll hugtikin av sendirøðini, Hoydalar. Dalurin fagri, grøna fløtan og spírandi ungdómurin, ið rúnarbindur okkum øll, og vit sum tjóð eru errin av sangskattinum, sum verður sungin av nýggjum. Føroyska fólkasálin kennir seg aftur í føroyska tónleikinum í einari føroyskari sending, ið er okkara egna. Í bussinum, á lærarastovuni, í fríkorterinum, til handils og á sosialum miðlum – vit eru øll samd – børn, ung og vaksin, at hesi ungu, saman við føroysku tónleikastjørnunum eiga okkum, hvørt hóskvøld. 

Tónleikur er serstakur samskiftismiðil, sum spælir við allar kenslur. Hvat kann røra hjartastreingir? Tað er móðurmálið, og tað er eisini tí, at vit vera so rørd, orðini eru so vøkur og tey eru føroysk. ​​Tónleikur er okkara ljóðtapet, ið vit øll hava – tað bindur okkum saman sum tjóð, og tað fangar okkum øll heima í stovunum, og vit syngja við. 

Hoydalar er ikki sum X Factor ella The Voice, har alt skal mátast. Hvør er best? Hvør fer at vinna? Vit liva í einari tíð, har øll skulu vera bestu útgávur av okkum sjálvum á øllum møguligum pallum, og vit stremba øll eftir tí perfekta – alt skal virðismetast og setast tal á. Hví skal alt vera ein kapping? Í einum heimi, har alt verður mátað, eigur fólkaskúlin at umboða eitt stað, har eingin kapping er. Føstalávint í skúlanum – tað er sera stuttligt. Børnini fara grýluklødd í skúla og eru spent. Samstundis verður dentur eisini lagdur á, hvør skal vera ársins grýla. 

Eg havi altíð elskað føstulávint, og hvørt ár varð babba sanniliga settur til verka. Tað eina árið skuldi eg vera ein makrelur (eg eri hálvur klakvíksingur, so kanska var tað tí). Árið eftir vóru eg og vinkona mín ein postkassi. Tá vóru vit heiðraðar sum árins grýlur – hvussu var kenslan? Tað var sjálvandi stuttligt, og tú merkti eina kenslu av stoltleika, men hvat við øllum hinum børnunum? Vit kunnu seta okkum spurningin – hvat er endamálið? Hvør er tað, sum vinnur í hesi støðu? Biesta setir spurning við okkara fatan innan útbúgving – leggja vit dent á tað, ið vit máta, ella máta vit tað, ið vit virða? Vit skulu ikki bert virðismeta tað, ið kann mátast. Sum Sophilia sigur í barnaútvarpinum um Hoydalar: Hetta er ikki ein kapping – vit hava ongan vinnara á endanum á kvøldinum, men bara, at tú situr eftir við, at hasin sangurin har, hann er góður, og hann er á føroyskum! Í sendirøðini Hoydalar er eingin tapari. Hvør fuglur syngur so fagurt á føroyskum við sínum nevi. 

Tilgongdin, sangirnir, prátini, myndirnar, allar tær kenslurnar, ið sita eftir – tað er tað, ið vit virðismeta. Ongin verður valdur frá, og tú merkir, at spírarnir eru ernir av hvørjum øðrum. Hoydalar vísir okkum ein fyrimyndarligan og tryggan felagsskap, ið vit ynskja meira av í samfelagnum. Tú situr ikki við ótta í búkinum við eyðkenda tónleikinum, ið liggur undir, tá ið onkur skal sendast heim frá X Factor. Hoydalar er ein sólskinssøga, sum verður skrivað í hjørtu okkara og sum fer at mynda okkum – Hvítar flykrur leggja seg á greinar, og vit seta Spor í sandin, tí Eg vil liva fyri kærleikan, eg fái frá tær, Mín móðir er sum ein drotning. Føroyar mín móðir.