Hagtalsgrein
75 % kvinnur og 25 % menn eru lærarar í fólkaskúlanum
Í 2005 vóru lærararnir 53 % kvinnur og 47 % menn. Síðan er parturin av kvinnum í lærarayrkinum vaksin til 61 % í 2010, 64 % í 2016, 72 % í 2020 og til 75 %.
Frá at annar hvør lærari var maður í 2005, er talið av monnum, ið eru lærarar í fólkaskúlanum, fallið, so tað fjórði hvør lærari nú er maður. Hyggja vit at tølunum, hvussu nógv eru útbúgvin sum lærarar á Námsvísindadeildini, so eru 70 % av útbúnu lærarunum kvinnur og 30 % menn. Sostatt kunnu vit rokna við, at hetta verður býtið næstu árini.
Tølini eru fyri lærarar í fólkaskúlanum, tá ið skúlaleiðslur og vikarar ikki eru tikin við í útrokningina. Um vit rokna skúlaleiðslur og ikki útbúnar vikarar í skúlanum við, vóru tað 73 % kvinnur og 27 % menn í 2025. Í 2020 var býtið 70 % kvinnur og 30 % menn.
Tølini eru úr yvirlitum frá Undirvísingarstýrinum.
Aðrar hagtalsgreinar
-
12.11.2025Næmingatalið í serflokkum tvífaldað seinastu seks árini
-
11.11.202539 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli
-
10.11.2025Færri og størri fólkaskúlar
-
11.07.202555 umsóknir til læraraútbúgvingina
-
01.07.202536 nýklaktir lærarar
-
07.07.202473 umsóknir til læraraútbúgvingina