Felagið

Serlærarafelagið

Serlærarafelagið

Í nevndini sita:

Fridrikka Kjeld, forkvinna       

Mirjam Zachariassen, skrivari

Beinta Vang, peningarøkil

Nomi Jacobsen, tiltakslimur

 

(dagført 31. august 2023)

 

 

Viðtøkur fyri Serlærarafelagið.

 

Grein 1.

Navn felagsins er Serlærarafelagið.

 

Grein 2.

Endamál felagsins er:

  • At virka fyri støðugari menning av einum heildarfatandi læru- og uppalingarsýni.
  • At virka fyri stuðli og samstarvi limanna millum.
  • At virka fyri sernámsfrøðiligari útbúgving og kunning.
  • At vísa á leiðir, hvussu sernámsfrøðiligur stuðul kann fremjast og limanna leiklut og førleika í hesum sambandi.
  • At virka fyri best møguligum arbeiðsumstøðum hjá limunum.

 

Stk. 2.

Teir limir felagsins, ið eisini eru limir í FL, viðurkenna samráðingarætt FL´s við avvarandi myndugleikar.

 

Grein 3.

Rætt til limaskap hava tey, ið hava serlæraraprógv. Lærarar, sum hava sernámsfrøði sum linjugrein, kunnu gerast serligir limir í Serlærarafelagnum.

Nevndin kann í serligum føri, gera frávik frá hesari reglu.

 

Sum serligir limir kunnu gerast:
 Læraralærd, sum hava linjulestur í sernámsfrøði, 

 

  1. stk 
    Serligir limir hava ikki atkvøðurætt og valbæri. Teir hava rætt til atgongd til stevnuna hjá Serlærarafelagnum og eintak av viðtøkum felagsins. Serligir limir gerast vanligir limir, tá ið teir hava tikið Diplomútbúgving í Sernámsfrøði ella aðra eyka sernámsfrøðiliga útbúgving afturat vanliga fólkaskúlaprógvnum á minimum 60 ects. Limagjald hjá serligum limum er til eina og hvørja tíð helvtina av fullum limagjaldi.

 

Grein 4.

Ársaðalfundur verður hildin hvørt ár í mai mánaði, við hesi dagsskrá:

  1. Val av fundarleiðslu.
  2. Formansfrágreiðing.
  3. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins og av innkomnum uppskotum.
  4. Roknskapur til góðkenningar, framløga av fíggjarætlan og ásetan av limagjaldi.
  5. Val av nevnd, tiltakslimi og grannskoðara.
  6. Ymiskt.

 

Stk. 2.

Fráboðan til aðalfund skal sendast limunum 14 dagar áðrenn fundin við innkomnum uppskotum.

 

Stk. 3.

Avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Undantiknar eru lógarbroytingar, sum krevja 2/3 av greiddum atkvøðum á tveimum fylgjandi aðalfundum.

 

Grein 5.

Nevndin er hægsti myndugleiki  felagsins millum aðalfundirnar. Í nevndini eru tríggir limir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Nevndarlimirnir verða valdir fyri tvey ár, við einum og tveimum limum annað hvørt ár. Tiltakslimur og grannskoðari verða valdir á hvørjum ári.

 

Grein 6.

Umframt aðalfundin skipar nevndin fyri minst trimum fundum / skeiðum árliga.

 

Grein 7.

Roknskaparárið er frá nýggjári til nýggjárs.

 

Grein 8.

Felagið kann bert avtakast á sama hátt, sum lógarbroytingar verða framdar. Seinasti aðalfundurin tekur avgerð um, hvat skal henda við ognum felagsins.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan