Felagið

Limaskapur

Í samband við innliman skulu niðanfyristandandi skjøl sendast Føroya Lærarafelag:

Skjøl til innliman

 

Limaskapur

§ 3. Í felagnum eru vanligir og serligir limir.

2. stk. Rætt til at gerast vanligur limur hevur hvør og ein, sum hevur prógv sum fólkaskúlalærari,

og

a. sum er settur í skipað starv í føroyska fólkaskúlanum,

b. sum er farin úr slíkum starvi við eftirløn ella bíðipeningi, og sum var vanligur limur, tá ið hann fór frá,

c. sum søkir starv í fólkaskúlanum,

d. sum er settur í starv á undirvísingarstovni ella í skúla,

e. sum arbeiðir á stovni, ið hevur tilknýti til undirvísing í fólkaskúlanum.

3. stk. Felagsnevndin kann taka avgerð um, at fólk, ið hava fólkaskúlalæraraprógv, men ikki lúka treytirnar undir 2. stk., petti a-e, gerast vanligir limir.

4. stk. Sum serligir limir kunnu gerast:

a. Læraraskúlanæmingar í 1. lestrarári.

b. Læraralærd, sum ikki arbeiða sum lærarar.

5. stk. Serligir limir hava ikki atkvøðurætt og valbæri. Teir hava rætt til at fáa Skúlablaðið og eintak av viðtøkum felagsins. Serligir limir gerast vanligir limir, tá ið teir søkja ella fara í starv, sum tilskilað er í § 3, 2. stk.

6. stk. Tey, sum eru limir eftir avtalum ella samtyktum, tá ið hesar viðtøkur koma í gildi, eru framvegis limir, hóast ikki tey lúka treytirnar í hesari grein.

7. stk. Vanligir limir, ið eru samlagstryggjaðir, kunnu halda á fram í samlagstryggingini, um teir gerast serligir limir uttan slit í limaskapinum.

 

Umbøn um limaskap

§ 4. Umbøn um limaskap kann altíð verða send felagnum antin beinleiðis til skrivstovuna ella um álitisfólk felagsins.

Stk.2. Nýggir limir lata limagjald av fyrstu mánaðarlønini eftir innlimanina, sí tó § 7, stk 2. Limaskapurin skal galda frá innlimanardegnum. Limirnir fáa Skúlablaðið.

Stk.3. Tann, sum biður um limaskap meira enn 6 mánaðir eftir at hava fingið rætt til limaskap sbrt. § 3, stk.2, kann ikki fáa sakkøna og fíggjarliga hjálp frá felagnum fyrr enn eftir 6 mánaða limaskap.

 

Siga seg úr Føroya Lærarafelag

§ 5. Sigur limur seg úr Føroya Lærarafelag, skal hann skrivliga boða skrivstovu felagsins frá minst 1 mánað fyri 1. januar ella 1. august.

Stk.2. Limur, hvørs limagjaldseftirstøða er eldri enn 6 mánaðir, missir limaskapin. Slíkur limur kann bara sleppa aftur í felagið, tá ið eftirstøðan er goldin, og annars verður farið fram, sum tilskilað í § 4.

Stk. 3. Heldur felagsnevndin, at ein limur hevur sýnt slíkan atburð, so at hann skaðar felagsins endamál og mannvirðing, kann hon koyra hann úr felagnum, somuleiðis kann hon á sama grundarlagi nokta lærara at gerast limur í Føroya Lærarafelag. Ein slík útkoyring ella noktaður limaskapur skal, eftir kravi frá hesum lærara, verða lagdur fyri fyrsta aðalfund eftir hetta. Hesin aðalfundur tekur ta endaligu avgerðina í málinum.

§ 6. Dagførdur limalisti skal vera tøkur hjá álitisfólki og á skrivstovu felagsins.

 

Limagjald

§ 7. Allir limir - vanligir og serligir - gjalda mánaðarligt limagjald, sum aðalfundurin, eftir tilmæli frá nevndini, ásetur. Tó gjalda læraraskúlanæmingar ikki limagjald.

Stk.2. Limir, ið eru farnir frá við eftirløn ella sjúkraløn, gjalda 50 kr. í limagjald um mánaðin.

Stk.3. Felagsnevndin kann sleppa limi frá heilt ella partvís at gjalda limagjald, tá ið hann er arbeiðsleysur, ella tá ið hann lønarleyst søkir sær meiri útbúgving.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan