Tíðindi/Greinar

07.05.2024

Takk fyri álitið – eg gleði meg

Tað verður spennandi at vita, hvat kemur burtur úr komandi tveimum árunum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fyrst av øllum vil eg fegin siga stóra takk fyri stóra álitið, ið mær varð sýnt til aðalfundin 20. apríl. Stóra takk fyri!

Tað kennist væl at fáa møguleikan at halda fram í nevndini í tvey ár aftrat. Sum eg áður havi sagt, so kenni eg meg ikki lidnan við fakfelagsarbeiði. Eg havi mál, ið eg vil vera við at avgreiða, so tað framhaldandi skal verða hugaligt, kveikjandi og gott at starvast sum lærari í Føroyum.

Sum fakfelag er tað okkara ábyrgd at vera røddin hjá einstaka læraranum. Tá vit eru røddin hjá læraranum, eru vit samstundis røddin hjá skúlaskipanini og fólkaskúlanum. Tí skulu vit við, tá skúlin er til viðgerðar, og vit skulu takast við upp á ráð, tá avgerðir um skúlan og lærarar verða tiknar. Ikki bara viðhvørt, men altíð.

Orsøkin til hetta er einføld – tað eru lærarar, sum duga best at skipa skúlan.

Tað verður spennandi at vita, hvat kemur burtur úr komandi tveimum árunum. Til aðalfundin fekk eg sagt okkurt um, hvat liggur mær nær, og hvat eg ynski, at vit sum nevnd fara at arbeiða við komandi tíðina.

Á øllum skúlum hava vit flokslærarar. Flokslærarar skulu merkja, at teir hava stundir at taka sær av uppgávunum, sum fylgja við flokslæraraleiklutinum.
Flokslærarar í 1. og 2. flokki hava fingið játtað meira tíð til arbeiði. Men eg havi hug at siga, at hetta er ein fyribils játtan. Játtanin skal tryggjast, so hon varir við. Hon skal somuleiðis tryggjast øllum flokslærarum. Hóast uppgávurnar eru ymiskar, tá tú er flokslærari í 2. flokki og í 8. flokki, so eru tær stundum avbjóðandi og krevja tískil nógva tíð.

Vit skulu eisini hava í huga, at uppgávurnar eru broyttar nógv seinastu fáu árini. Fleiri og fleiri næmingar stríðast, og við hesum fylgja fundir, skjøl o.a., sum flokslærarin skal taka sær av. Eisini skal flokslærarin tryggja sær, at samstarvið við foreldur og skúla er gott, tí tað er tað, sum gagnar øllum pørtum, og tað er tað sum flytur mørk.
At tryggja flokslæraranum tíð og góðar arbeiðsumstøður verður mítt høvuðsmál komandi tvey árini.

Tað er eisini týdningarmikið, at vit tryggja okkum, at vit hava lærarar á skúlunum. Vit hoyra um læraratrot í grannalondum okkara. Tað eru fleiri orsøkir til hetta trot. Vit merkja tað ikki – enn. Men vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða. Vit mugu tryggja okkum, at vit hava nokk av útbúnum lærarum. Vit skulu hava fólk at søkja inn á læraraútbúgvingina, so vit fáa teir best kvalifiseraðu lærararnar út á skúlarnar at arbeiða.

Tá vit nú fara at styrkja tvílæraraskipanina, koma vit at fáa tørv á hesum lærarunum. Hetta er ein uppgáva, sum vit øll mugu loysa í felag.
Umframt hetta, so mugu vit ikki gloyma smáu skúlarnar, har floksstigini eru løgd saman. Her er tað okkara ábyrgd at arbeiða soleiðis, at hesir lærarar fáa góðar og virðiligar arbeiðsumstøður.

Leiðslurnar skulu somuleiðis raðfestast, tí um vit ikki hava eina góða leiðslu, sum vit kunnu venda okkum til, tá eitthvørt er áfatt, tá er lítil dugur í okkum longur. Tískil mugu vit fáa hækkað tímajáttanina til leiðslurnar enn meira.

Vit mugu allatíðina minnast til, at lærarastarvið er ein tann týdningarmiklasti brikkurin í samfelagnum. Vit eru við til at fáa hjólini at mala, og tað er okkara ábyrgd sum fakfelag at tryggja, at okkara yrki verður viðurkent og virðismett á øllum pallum í samfelagnum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan