Tíðindi/Greinar

19.07.2016

“Action research”

Her hjá okkum, og ikki minst í onkrum av grannalondunum, kenna vit í ólukkumát, at politikarar og embætisfólk eru altrá eftir at skipa fólkaskúlan úr erva, vælvitandi at tað er ivasamt, hvussu tað hildnast. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Á stýrisfundi í NLS, Nordiska Lärarorganisationers Samråd, í Selfossi í Íslandi fyrst í juni, hevði Hjördís Þorgeirsdóttir, doktari, forvitnisligan fyrilestur undir heitinum “Lærarin í miðdeplinum fyri skúlamenning og skúlin í framtíðini”.

Fyrilesturin var áhugaverdur, og innihaldið als ikki fremmant, tí flestu lærarar munnu seta sær spurningin: “liðug við útbúgvingina og hvat so?“ Tað var m.a. henda spurningin, fyrilestrarhaldarin gav eitt boð uppá. Sjálvandi skal formliga útbúgvingin verða so góð og viðkomandi sum gjørligt, men ein sannroynd er, at um fortreytirnar fyri menning og læring ikki framhaldandi eru til staðar, eisini aftan á, at prógvið er skrivað, so endar galið. Og sjálvandi skulu eftir- og ískoytisútbúgvingar standa lærarum í boði, men eftir- og ískoytisútbúgvingar flyta í størri mun tann einstaka læraran enn skúlan allan.

Her hjá okkum, og ikki minst í onkrum av grannalondunum, kenna vit í ólukkumát, at politikarar og embætisfólk eru altrá eftir at skipa fólkaskúlan úr erva, vælvitandi at tað er ivasamt, hvussu tað hildnast. Í fyrilestrinum varð dentur lagdur á, at um broytingar veruliga skulu muna, so skulu tær taka støði í einstaka læraranum og dagliga virkseminum á staðnum. Fyrst við at kortleggja, hvat ið gongur væl, og hvat ið gongur minni væl, at umhugsa og fremja broytingar, og síðani at eftirmeta, um broytingarnar munaðu ella ikki.

Hjördís Þorgeirsdóttir greiddi í fyrilestrinum frá íslendskari verkætlan, har “action research” varð nýtt sum háttur at fremja professionella menning. Í verkætlanini luttaka lærarar og granskarar. “Action research” tekur støði í dagliga virkinum og byggir á samarbeiði millum praktikaran, í hesum føri læraran, og professionella granskaran. Granskarin luttekur í dagliga virkseminum og er í minni mun eygleiðari. Granskingarhátturin er m.a. ein ásannan av, at (samfelags)gransking framleiðir vitan, sum ikki, uttan víðari, kann brúkast í praksis. Tað skapar í mongum føri ein óhepnan illvilja móti gransking.

Íslendska verkætlanin er áhugaverd, tí arbeiðshátturin er eitt gott boð upp á, hvussu tað ber til at fremja grundleggjandi skúlamenning. Hjördís Þorgeirsdóttir legði dent á, at slíkt menningararbeiði krevur arbeiðsorku. Lærarar skulu hava tíð til at luttaka, og uttanhýsis, serkøn hjálp skal vera tøk.

Í heyst skipar NLS - Nordiska Lärarorganisationers Samråd fyri sokallaðum “sektorfundi” í Føroyum. Á fundinum luttaka umboð fyri fakfeløg hjá fólka- og miðnámsskúlalærarum og námsfrøðingum í Norðurlondum. Ætlandi luttekur Hjördís Þorgeirsdóttir á fundinum. Tað verður áhugavert at frætta meira um íslendsku verkætlanina og um ástøði handan arbeiðsháttin.
 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan