Tíðindi/Greinar

12.08.2016

Fólkaskúlin eitt trotabúgv

Lærarafelagið hevur ein grundaðan mistanka um, at Mentamálaráðið ikki spælir við opnum kortum, tá tímatillutanin til skúlarnar fer fram, ella tá skúlaleiðarar venda sær til ráðið við ivaspurningum. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

“Nú havi eg sitið í skúlaleiðsluni í 25 ár, og hetta er truplasta árið at fáa alt at hanga saman.” Soleiðis sigur ein skúlastjóri, og hann er ikki einsamallur. Tepra játtanin til fólkaskúlan er ein vaksandi trupulleiki fyri skúlaleiðslur og lærarar. Í fjør sendi Lærarafelagið fráboðan út til limirnar, um at tryggja sær, at tímar, í sambandi við setursskúla, vóru skrásettir samsvarandi arbeiðstíðaravtaluni. Hetta tí at Mentamálaráðið hevði skert tímatalið, sum skúlarnir fingu tillutaðar til setursskúla, munandi. Samsýningin, sum lærarar leingi hava fingið, fyri at ansa næmingum í matarsteðginum varð skorðin niður í ein triðing. Vikutímatalið til alisfrøði í 8. flokki varð hækkað við einum tíma um vikuna, uttan at samlaða tímatalið hækkaði samsvarandi. Trygdin í sambandi við svimjing skuldi raðfestast uttan at tímar fylgdu við, ella at táttað varð í ásetingarnar annars. Harmasøgan er longri, men úr Mentamálaráðnum eru boðini, at tað bert er ein spurningur um raðfesting. Men hvussu skulu skúlaleiðslur raðfesta, tá tímajáttanin longu frammanundan er ov lág? Skúlaleiðslur hava skrivað og óskrivað krøv at ganga undir, umframt arbeiðstíðaravtaluna millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Tað hevur verið frammi, at nú skulu skúlaleiðslur fáa munandi útbúgving, men øll leiðsluskeið í heiminum gera ongan mun, um leiðslan einki tilfeingi hevur at arbeiða við.

Lærarafelagið hevur ein grundaðan mistanka um, at Mentamálaráðið ikki spælir við opnum kortum, tá tímatillutanin til skúlarnar fer fram, ella tá skúlaleiðarar venda sær til ráðið við ivaspurningum. Dømi er um tímar, sum sambært arbeiðstíðaravtaluni eru oyramerktir til ávíst virksemi, sum, eftir ráðgeving úr Mentamálaráðnum, verða fluttir til annað virksemi. At skúlaleiðari fær at vita, at tað er ikki neyðugt at yvirhalda ásetingarnar um setursskúla, tí lærarar avspáka aðrar tíðir. Mest ítøkiliga dømið um myrkaspælið er, at Mentamálaráðið í vár, av sínum eintingum, gav stórum parti av tímunum vegna serligan tørv annað heiti, fyri á tann hátt at sleppa undan eyka fyrireikingartíðini, sum er tengd at hesum tímunum. Ætlanin varð seinni slept, men talan var í hvussu er um eina roynd. Mentamálaráðið minnir mest um ein forherðing, sum Lærarafelagið alla tíðina má hava undir umsjón. Skúlaleiðarar hava í nógv ár kært sína neyð, og nú boða skúlaleiðarar frá, at ivasamt er um til ber at røkja bara vanligu ansingarskylduna við eini tímajáttan, sum støðugt tódnar.

Ein meira harmilig sannroynd er niðurlaðingin av serøkinum í fólkaskúlanum. Allir partar eru samdir um, at undirvísingaruppgávur skulu røkjast av lærarum, soleiðis eisini á serøkinum. Men veruleikin er, at undirvísing, vegna serligan tørv, í størri og størri mun verður umroknað frá læraratímum til námsfrøðiligar stuðulstímar. Hetta verður ikki gjørt við atliti til tørvin hjá einstaka næminginum, men einans við fíggjarligum atlitum. Tøl fyri ein skúla vísa, at seinastu trý arini er talið av námsfrøðiligum stuðulstímum tvífaldað, meðan talið av tímum vegna serligan tørv stendur í stað. Námsfrøðiligir stuðulstímar verða, í besta føri, røktir av námsfrøðingum fyri væl lægri løn, enn lærarar fáa og uttan fyrireikingartíð. Og enn verri, orsakað av ónøktandi arbeiðsumstøðunum verða tímarnir í stóran mun røktir av starvsfólki uttan viðkomandi útbúgving og sum skifta títt. Hetta eru umstøðurnar, vit bjóða mest viðkvæmu næmingunum í fólkaskúlanum. Spyrja vit skúlaleiðarar, so siga tey við ein munn, at tímar til serligan tørv, í flestu førum, áttu at verið lisnir av lærarum.

Politikarar og Mentamálaráðið eiga at gloyma øll føgur orð um fólkaskúlan, tí fólkaskúlin verður niðurpíndur av ov lítlari játtan á fíggjarlógini.  

Oddagrein í Skúlablað nr 4, 2016, sum júst er komið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan