Tíðindi

Øll kunnu læra at spæla gittara

Fimm tímar um vikuna undirvísir Guðrið Hansdóttir, tónleikari og tónleikalærari, næmingarnar í Velbastaðar skúla í tónleiki. - Fyri hálvum ári síðan dugdu eingir næmingar at spæla gittar; nú spæla næstan allir, sigur Guðrið Hansdóttir, sum hevur undirvíst har síðan november í fjør.

30.05.2025

Hvønn fríggjadag fáa næmingarnir í Velbastaðar skúla undirvísing í ukulelu og gittara. Næmingarnir í skúlanum eru 28 í tali, og mestsum allir næmingar skúlans hava tikið av tilboðnum, sum er sjálvboðið og ókeypis. Næmingarnir verða tiknir úr tímanum hvørja ferð, undirvísing er. Tað er einstaklingaundirvísing, har tveir ella tríggir næmingar eru saman hvørja ferð. Allir sleppa ikki framat hvørja viku, tí talan er bara um fimm tímar um vikuna til samans.

- Tað hevði verið betri fyri læringina, um tey sluppu framat hvørja viku, tí tað heldur teimum meiri til, men tað hava vit ikki nokk av tímum til. Tey fáa heimaarbeiði, og tey, sum eru bitin av at læra, venja nógv.

Undirtøkan er ógviliga stór. Næstan allir næmingarnir hava meldað seg til. Skúlin hevur ognað sær ljóðførini, sum næmingarnir læna heim við.

- Øll kunnu læra at spæla. Vit byrja við ukulelu, tí tað er lætt ljóðføri at læra, og tað ljóðar væl beinanvegin. Næmingarnir í fyrsta og øðrum flokki spæla bara ukulelu, og teir í triðja til og við sætta sleppa at velja ímillum gittara og ukulelu. Eg plagi at viðmæla at byrja við ukulelu fyrst og so skifta yvir til gittara, tá teir duga væl at spæla ukulelu. At spæla gittara er nógv verri at læra, tí gittarin hevur seks streingir samanborið við fýra á ukulelu.

- Summir av næmingunum eru ógviliga bitnir av at læra at spæla, helst teir eldru. Teir yngstu næmingarnir í fyrsta og øðrum flokki eru kanska ov ungir at skilja, hvussu fantastiskt tað er at læra at duga eitt ljóðføri. Tað, sum eg læri teir, er grundleggjandi læra í gittarspæli til húsbrúk. Eg undirvísi ikki í ástøði, men vísa næmingarnir stóran áhuga fyri ástøði, taki eg tað við í undirvísingina; eg royni at lurta eftir næmingunum og áhuganum hjá teimum, til dømis við at venja sangir, sum teir sjálvir hava valt. Summir næmingar eru so bitnir at læra meiri, at teir fara á TikTok og læra seg sangir har. Teir koma aftur í skúla og hava lært flott fingraspæl og skalair. Tá ið eg var í teirra aldri, fór eg á bókasavnið at læna bøkur um gittarspæl, og so mátti eg avlurta gott gittarspæl. Tað er so nógv lættari nú, tí tú kanst síggja onkran á einum skíggja, sum sigur tær akkurát, hvat tú skalt gera. Tað er fantastisk hjálp, tá ið tú hevur eitt áhugamál og kanst læra meiri bara við at fara út á netið.

Summir næmingar tíma betur enn aðrir, og tað sæst aftur í, hvussu nógv teir venja heima. Tíma teir als ikki, sleppa teir undan og hava steðg ella gevast; tað verður gjørt í samráð við foreldrini.

- Alt tilboðið er sjálvboðið og ókeypis, hevur kanska nakað at gera við, hvussu nógv næmingarnir venja. Gingu næmingarnir í Musikkskúlanum, høvdu teir kanska vant meiri heima, tí tað kostar nógv at ganga har, og tað er ringt at sleppa framat.
- Tað er ein ótrúlig gleða at duga at spæla tónleik, og tað er eisini ógviliga sosialt. Men tað er eingin trygd í einum lítlum skúlum við fáum lærarum, at onkur teirra dugir at læra frá sær í tónleiki. Alt er treytað av lærarunum og eisini viljanum á staðnum at raðfesta tónleik, sigur Guðrið Hansdóttir.

Guðrið Hansdóttir lærdi sum tannáringur at spæla klarinett og violin í Musikkskúlanum og grundleggjandi gittarspæl frá pápa mínum og hevur annars lært nógv sjálv. Hon undirvísir eisini seks tímar um vikuna í Lítlaskúla í Havn, sum hetta skúlaárið hevur 70 næmingar. Av tí at næmingarnir eru so nógvir í tali har, verður undirvíst í bólki og við at hava styttri skeið. Hon undirvísti í Frískúlanum í Havn, sum helt til á Velbastað, frá 2017 til skúlin helt uppat í fjør.

- Tað var Sharon Weiss, sum bað meg koma at undirvísa í tónleiki. Eg skipi undirvísingina og leggi hana til rættis, soleiðis sum Sharon legði mær lag á tá við at byrja við ukulelu, og tað haldi eg riggar sera væl.

Guðrið Hansdóttir heldur fram at undirvísa í tónleiki í bæði Velbastaðar skúla og Lítlaskúla komandi skúlaár.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni