Tíðindi
04.08.2025
Vit samanbera okkum ofta við grannalondini. Hetta vísir seg í stóran mun at vera skilagott, tí vit hava lyndi til at koma í líknandi støður sum tey. Tó eru vit so mikið heppin, at landið er lítið, so broytingar síggjast skjótari enn í grannalondunum. Á summarskeiði hjá NLS var semja ímillum luttakandi londini, at tey sóu stóran vøkstur í hóttanum og harðskapi á arbeiðsplássunum. Serliga var økingin stór frá og ímillum børn, men eisini var ein øking í hóttanum frá foreldrum ella verjum hjá børnum.
Í Finnlandi hava tey góðar skrásetingarskipanir, men eisini kanningar, sum vísa óhugnaliga høg tøl. Vit hava ikki siðvenju at gera kanningar á hesum økinum, so trupult er at siga, hvussu okkara tøl høvdu sæð út. Talið av lærarum, ið hava upplivað hóttanir ella harðskap seinasta árið í Finnlandi, vóru 44% hjá miðnámsskúlalærarum, 68% hjá fólkaskúlalærarum og 82% hjá sernámsfrøðingum og serlærarum, ið starvast á serskúlum ella serstovum.
Vit hava ikki ábendingar um, at tølini hjá okkum høvdu verið samanbærilig við tølini í Finnlandi. Tó kann tað ørkymla nakað, at hini luttakandi londini øll vóru samd um, at hóttanir og harðskapur á arbeiðsplássinum er í vøkstri. Tí hevur tað týdning, at vit hava hetta í huga, soleiðis at vit eru tilvitað um, at hetta kann vera nakað av tí, sum vit fara at síggja meiri til í framtíðini.
Størsta broytingin í grannalondunum er, at tað eru tey yngru børnini, sum fremja hóttanir og harðskap. Størsta hækkingin var frá næmingum í fyrsta til fjórða flokki. Tá hóttanir og harðskapur verður skrásettur, so er lættari at fáa eyga á, tá broytingar eru. Vit hava ikki hesa siðvenjuna, tí vita vit ikki nágreiniliga, hvussu tølini síggja út hjá okkum, ella um vit hava avbjóðingar við vøkstri á hesum økinum.
Eg legði merki til, at tað á ongan hátt varð tosað um børn við avbjóðingum ella um børn við avbjóðandi atburði. Dentur var alla tíðina lagdur á, at umstøðurnar vóru orsøk til atferðina, og at tá næmingur vísti seg at hava harðligan atburð, komst hetta av, at umstøðurnar rundan um næmingin ikki vóru nøktandi. Við at skráseta hendingarnar, so er lættari at síggja, í hvørjum støðum næmingurin hevur tað trupult. Soleiðis er eisini lættast at seta tær broytingar í verk, sum kunnu bøta um støðuna.
Tá lærarar áhaldandi eru úti fyri smáum hendingum við hóttanum ella harðskapi, hevur hetta stóra ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Um sami lærari er í hesi støðuni í longri tíðarskeiði, kann tað føra til overvan og í ringasta føri til strongd. Hóast vitan um og fatan av, at næmingurin ikki kann lastast fyri atburðin, so kann tað hava stóra ávirkan á arbeiðisviðurskiftini. Um vit høvdu onkra skráseting, so var lættari at verja læraran ímóti ov stórum arbeiðstrýsti. Tí hevur tað týdning, at skúlaleiðslur eru tilvitaðar um tær avbjóðingar, lærarin er í. Um hóttanir og harðskapur gerast ein regluligur partur av arbeiðsdegnum, so mugu skúlaleiðslur skipa soleiðis fyri, at somu lærarar ikki áhaldandi vera fyri hóttanum og harðskapi.
Tað er harmiligt at støðan hjá okkara grannum versnar. Vónandi koma vit ikki í somu støðu sum grannalondini, tó eiga vit at vera ansin, um so er, at hendan gongdin skuldi víst seg hjá okkum.