Tíðindi

Óheppið fyri børnini at káva út yvir orðblindi

Tíbetur hava flestu næmingar við orðblindi ikki trupult við at siga og viðurkenna, at teir eru orðblindir. Hóast tað er tað onkuntíð ein avbjóðing fyri summi foreldur at taka hetta til sín. Tað sigur Annika K. Joensen, forkvinna í Orðblindalærarafelagnum.

30.09.2025

At tað fyri summi foreldur kann vera avbjóðandi at viðurkenna, at barnið er orðblint, kann møguliga stava frá ynski um, at børn teirra ikki skulu skiljast út ella vera øðrvísi enn hini. Tað er tó týdningarmikið at leggja dent á, at ert tú opin um orðblindi, gevur tú børnunum betri møguleikar at fáa ta hjálp, sum er til taks, og tað kann vera stór hjálp í menningini hjá teimum. Tað heldur Annika K. Joensen.

- Tað eru tó nógv foreldur, sum frá byrjan gera vart við, at orðblindi er í familjuni, so orðblindi er ikki líka tabulagt sum fyrr. Orðblindi er arvaligt, og tí er hetta ein dýrabar vitan, sum gevur lærarunum møguleika at fylgja betur við í menningini hjá børnunum viðvíkjandi lesing og skriving. Men støðan er ikki nóg góð, tí orðblindalærarar møta enn foreldrum, ið ynskja at fjala út yvir orðblindi. Tíbetur hava flestu næmingar við orðblindi ikki trupult við at siga og viðurkenna, at teir eru orðblindir. Tað hevur sera nógv at siga, at næmingarnir sjálvir eru opnir um tað, og so sjálvandi eisini, at tað javnan verður varpað ljós á orðblindi.

Við at varpa ljós á orðblindi og eggja til opinleika um evnið, bæði hjá næmingum og foreldrum, kunnu vit skapa bestu fortreytirnar fyri lesi- og skrivimenning.

- Tað hevur nógv at siga, at vit taka hond um hvønn einstakan næming við eini jaligari tilgongd. Er ein orðblindur næmingur í einum flokki, vita hinir næmingarnir tað, tí tað vísir seg so ella so.

Hóast lærarar eggja foreldrunum at stuðla undir, at næmingurin brúkar amboð, ið eru til taks, eru ikki øll foreldur, ið síggja týdningin av tí.

- Tað eru nógv orðblind, sum fáa hjálp, men sum av onkrari orsøk ikki brúka amboðini, sum eru til taks. Avbjóðingin er eisini at fáa røttu amboðini til næmingin, tí tey eru ikki bílig. Arbeitt verður allatíðina við at menna forritini, ið eru til stóra gleði fyri orðblind, men enn mangla nakrar funktiónir, sum vónandi verða tøkar skjótt.

Vika 40 er orðblindavika. Ymiskt er, hvat hevur verið gjørt burtur úr vikuni runt í skúlunum, men fleiri skúlar hava varpað ljós á orðblindi. Nevndin í Orðblindalærarafelagnum skipaði í viku 40 í 2024 fyri almennum fundi um orðblindi.

- Vit varpaðu ljós á orðblindi, hvat tað vil siga at vera orðblindur, hvørji amboð og forrit eru, hvat tilfar er til taks og so framvegis. Hvørja ferð vit skipa fyri fyrilestri ella øðrum tiltøkum um orðblindi, koma foreldur til okkara og spyrja, hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum. So tað hjálpir javnan at varpa ljós á orðblindi og eisini at fólk, kend og ókend, stíga fram og siga frá, at tey eru orðblind.

Les samrøðu við Anniku Katrin Joensen í Skúlablað nr 3, 2025.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni