Tíðindi

Ítróttalærarafelagið framvegis eina uppgávu

- Tað er altíð gott at møtast í einum felags forumi og savnast um tað, sum mann er saman um, sigur Torfinn Højgaard, sum í meiri enn 30 ár var virkin í Ítróttalærarafelagnum. Nú sendir hann stafettina víðari til teirra, sum ætla at endurstovna felagið.

18.09.2025

Ætlanir eru um at endurstovna ella birta nýtt lív Ítróttalærarafelagið, sum varð stovnað miðskeiðis í sjeytiárunum. Tað vóru lærarar, sum undirvístu í ítrótti, sum tóku stig til felagið og sum myndaðu felagið, líka til tað fór í dvala fyri nøkrum árum síðan.

- Felagið hevði upprunaliga til endamáls at savna ítróttalærarar, at fáa lív í skúlaítróttin og varpa ljós á ítrótt sum lærugrein og skipa fyri skeiðum og tiltøkum, sigur Torfinn Højgaard.

Torfinn Højgaard hevur verið lærari í ein mansaldur. Hann fór frá í fjør vár fyri aldur. Stóran part av tíðini sum lærari hevur hann verið virkin í Ítróttalærarafelagnum; tey síðstu árini, felagið var virkið, var hann mestsum einsamallur í felagnum.

Ítróttalærarafelagið hevur skipað fyri nógvum savnandi tiltøkum. Eitt tað fyrsta stóra tiltakið var skúlaítróttadagurin fyri allar skúlarnar kring landið; hesin dagurin var hildin í Havn.

- Tað, sum eyðkendi skúlaítróttadagin, var, at næmingar kappaðust í fleiri ítróttagreinum. Skúlaítróttadagurin datt niðurfyri, helst tí at tað at kappast hevði ov stóran týdning, hildu summi. Upprunaligi skúlaítróttadagurin var avloystur síðst í 80-unum av einum ítróttadegi fyri sætti flokkar, og hann var hildin ymsastaðni upp á skift. Skúlarnir á staðnum skipaðu fyri, og hesin dagurin var líka til 1999. Hann datt niður fyri at ymsum orsøkum, eitt nú einum drúgvum verkfalli. Skúlarenningin byrjaði í 1983.

Miðskeiðis í áttatiárunum gjørdust ítróttalærarar í Føroyum partur av norðurlendskum samstarvi; í fyrsta umfari var tað táverandi Landsskúlafyrisitingin, sum tók sær av føroysku luttøkuni. Seinni var henda uppgávan flutt yvir til Ítróttalærarafelagið. Feløgini í Norðurlondum hittust eina ferð um árið.

- Vit í Ítróttalærarafelagnum vóru partur av hesum samstarvinum til fyri umleið tíggju árum síðani. Vit skipaðu fyri ítróttalegum fyri fimtu og áttanda flokkunum upp á skift í ymsu londunum. Norðurlandaráðið stuðlaði ferðunum fíggjarliga, men tá hesin stuðulin minkaði, duttu hesar ítróttalegurnar niðurfyri.

Ítróttalærarafelagið fór í dvala fyri nøkrum árum síðan; Torfinn Højgaard, sum var virkin í felagnum í meiri enn 30 ár, heldur, at ein orsøk til tað er, at onnur tóku yvir eina av fremstu uppgávunum hjá upprunafelagnum, nevniliga at skipa fyri skeiðum fyri ítróttalærarum.

- Hóast felagið fór í dvala, merkir tað ikki, at tað ikki er tørvur á einum slíkum felag. Tað er altíð gott at møtast í einum felags forumi og savnast um tað, sum mann er saman um. Nú verður skipað fyri skúlaleikum, og tað er upplagt, at lærarar fólkaskúlans eru partur av hesum, eisini ígjøgnum eitt felag.

Í skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Leikirnir eru fyri næmingarnar í 4.-7. flokki, og ymsu floksstigini íðka ymsar ítróttagreinir. Í september hevur skeið verið í sambandi við skúlaleikir, og í tí sambandi hevur Torfinn Højgaarg greitt frá Ítróttalærarafelagnum, sum var.

- Skúlaleikir er eitt gott átak og kann geva lærarum, sum undirvísa í ítrótti, nógvan íblástur. At tað hava verið sersambondini, sum hava tikið stig til skúlaleikir, nýtist ikki at vera ein forðing, tí lærarar í fólkaskúlanum kunnu gerast ein størri og størri partur av leikunum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni