Tíðindi

Í felag mugu vit lofta nýútbúna læraranum

Tað er ikki óvanligt at fáa eitt skelk, tá ein byrjar í einum nýggjum staði, tískil mugu vit taka hond um lærararnar, so tey koma at støðast og trívast í nýggja veruleikanum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

13.08.2025

Vit hava øll verið í støðuni. Nýútbúgvin og klár at byrja í okkara fyrsta lærarastarvi. Spent, fjálturstungin, ótrygg, glað, men full av orku og áræði at hitta leiðslu, starvsfelagar, næmingar og foreldur.

Aftur í ár eru vit í tí hepnu støðu, at vit fáa nýútbúnir lærarar í starv í skúlum okkara. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja, tí í hinum Norðurlondunum er læraratrot – tað eru fleiri og fleiri, sum velja yrkið frá. Orsøkirnar eru nógvar og ymiskar.

Tað er ikki óvanligt at fáa eitt skelk, tá ein byrjar í einum nýggjum staði, tískil mugu vit taka hond um lærararnar, so tey koma at støðast og trívast í nýggja veruleikanum.

Av læraraskúlunum hava tey við sær vitan, amboð og hugskot, sum skulu gera tað áhugavert at vera næmingur. Hetta skulu tey nú, á fyrsta sinni, royna í verki. Tað er nú, tey veruliga uppliva, hvussu ein skúladagur er, hvussu skúlin í veruleikanum er, og hvat í veruleikanum skal til, tá ein skal trívast og støðast í yrkinum. Tað er samstundis her, at vit lærarar mugu stuðla teimum og ráðføra tey í tí, tey gera.

Allir nýútbúnir lærarar skulu hava ein akkerslærara, sum stuðlar teimum og prátar við tey.
Akkerslærarin og nýútbúni lærarin fáa í alt 40 tímar, sum skulu brúkast til hetta.
Henda skipanin hevur riggað sera væl, tí vit vita, at tað eru nógvir spurningar, tá alt er nýtt.
Tað er júst hetta, sum akkerslærarin er ætlaður til. At stuðla og vegleiða.

Tað er ymiskt, hvussu hetta verður praktiserað. Í summum skúlum verða tímarnir deildir ímillum tveir royndar lærarar, á onkrum skúlum verður ein frítími lagdur til akkerslærara og tann nýútbúna, so tað verður lættari at fáa skipað tímarnar, og í øðrum skúlum verða teir lagdir eftir tørvi. Hetta er ein ítøkilig íløga í trivnað og fakliga menning og ein tryggleiki, sum ger mun.

Hóast tað er ein lærari, ið hevur ábyrgd av tí nýútbúna, so liggur ábyrgdin ikki bara har. Hon liggur eisini hjá okkum. Hjá skúlastjóranum, sum tryggjar greiðar karmar og væntanir. Hjá avvarðandi flokslæraranum, sum tryggjar, at alt er í lagi, og at tann nýútbúni hevur tað gott, og hjá restini av lærarahópinum, sum tekur væl ímóti og stuðlar, har og tá tørvur er á tí.

Tað er tann samlaða heildin av starvsfólkum, sum saman við akkerslærara er við at tryggja sær, at lærararnar fáa eina góða byrjan í skúlunum kring landið.

Tað er stórt virði í at taka ímóti einum nýútbúnum lærara, sum fær eina góða byrjan, tí tað er í einum góðum felagsskapi, ein vil vera og vil virka.

Tí mugu vit øll lofta. Tað hevur týdning. Tað er ein íløga, sum fyri allir partar.

Góða eydnu í lærarayrkinum, nýútbúni lærari – tað er sanniliga gott at vera lærari.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni