Tíðindi

Áhugin fyri yrkisútbúgvingum veksur

Lækni, sakførari ella sálarfrøðingur? Í Noregi droyma ung framhaldandi um eina akademiska yrkisleið, men áhugin fyri yrkisútbúgvingunum veksur.

03.09.2025

Ein nýggj altjóða kanning frá OECD vísir, at helmingurin av teimum fimtan ára gomlu í Noregi ikki vita, hvat tey vilja arbeiða við, tá ið tey gerast vaksin. Av teimum, sum hava gjørt sær tankar um, hvat yrkið kundi verið, droymir meirilutin um eitt av tíggjum yrkjum.

Nógv ung vilja tað sama, og nógv droyma um eina akademiska yrkisleið. Ovast á listanum er læknaútbúgvingin, síðan løgfrøði og útbúgvingar í samfelagsfrøði, átrúnaði og humanistiskum yrki. Eftir tað útbúgvingar sum elektrikari, verkfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, arkitektur, sløkkiliðsfólk og fangavørður og mekanikari.

– Tað er positivt, at nógv ung droyma um at útbúgva seg innan yrki, sum tørvur er á, men listin yvir best umtóktu útbúgvingarnar er ov snævur, og hann fevnir ikki um alla breiddina á arbeiðsmarknaðinum. Í so máta hava skúlin og starvsvegleiðingarnar ein týdningarmiklan leiklut at vísa ymisk yrki og ymiskar møguleikar, sigur Sveinung Skule. 

Skule er stjóri í stýrinum fyri hægri útbúgving og førleikar (HK-dir) og er leiðari av førleikatørvsnevndini.

Ein kanning frá í ár vísir, at útbúgvingar innan heilsu, sjúkrahjálpari, elektrikari og reingerð eru millum yrkini, sum truplast er at fáa fólk til. Sambært nýggjum áliti er trot á arbeiðsmegi innan nógv øki, serliga innan elektronikk, byggivinnu og anleggsvinnu, maskin- og mekanisk yrki. Tørvurin verður væntandi uppaftur størri í framtíðini í øllum vinnum.

Siðbundnir kynsleiklutir liva framvegis

Siðbundnir kynsleiklutir gera seg framvegis galdandi, tá ið ungfólk velja sær yrki. Hjá gentunum eru best umtóktu útbúgvingarnar innan heilsu, løgfrøði og tað kreativa. Dreingirnir droyma ofta um teknisk og praktisk yrki, so sum at vera elektrikari, mekanikari og verkfrøðingur.

– Hóast áhugin hjá gentum í yrkisútbúgvingum er vaksandi og somuleiðis áhugin hjá dreingjum í útbúgvingum innan heilsu og sosialt arbeiði, eru framvegis stórir kynsmunir, tá ið ungfólk velja sær útbúgving, sigur Ingjerd Espolin Gaarder, sum er deildarleiðari í HK-dir.

Tríggjar tær best umtóktu útbúgvingarnar hjá gentum eru lækni, løgfrøði og útbúgvingar í samfelagsfrøði, humanistiskum fakum og átrúnaði. Hjá dreingjum eru tríggjar tær best umtóktu útbúgvingarnar at vera elektrikari, yrki innan ítrótt og síðan verkfrøði.

Yrkisfakini freista fleiri – eisini gentur

Av næmingunum, sum siga, hvat yrki tey vilja starvast innan fyri, sigur ein av átta, at tey rokna við at arbeiða innan eitt yrkisfak. Tað er nógv samanborið við miðal fyri OECD-londini, har ein av trettan vilja tað sama. Tað, sum er serliga áhugavert, er, at talið av gentunum er høgt, og somuleiðis talið av næmingum úr orkuríkum heimum, sum vísir áhuga fyri yrkisfakunum. Tað er beint øvut av miðalinum í OECD, har færri javnaldrar droyma um slík yrki.

– Tað kann benda á, at yrkisfakini hava hægri status nú, og at tey verða upplivað sum veruligt alternativ til akademiskar útbúgvingar, sigur Espolin Gaarder.

Lækni, sálarfrøðingur og løgreglufólk

Á Vøyenenga skúla í Bærum kenna fimm av næmingunum í 10. flokki seg aftur í kanningini hjá OECD. Deni ætlar sær at lesa til tannlækna ella lækna, Deborah ætlar sær at gerast sálarfrøðingur, Faris ætlar sær at lesa til lækna, og bæði Andreas og Stecie droyma um eina yrkisleið innan løgregluna.

Deborah sigur, at tað er lætt at finna upplýsingar um vanlig yrki, men tað er truplari við teimum meiri ókendu yrkjunum.

– Tað er lætt at finna upplýsingar um at gerast sjúkrahjálpari, tí nógv eru tað, sigur hon.

Andreas heldur, at tað er gott, at løgregluútbúgvingin letur nógvar hurðar upp.

– Tú kanst arbeiða innan kanningararbeiði ella vera úti sum politistur, men tað skal eitt gott prógv til at koma inn á útbúgvingina, so tú mást tíma at ganga í skúla, sigur hann.

Faris ætlar sær at gerast tað, sum er ovast á ynskilistanum hjá nógvum ungum, nevniliga at gerast lækni. Hann veit, hvussu dreymurin kann gerast veruleiki.

– Fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa høgar karakterir fyri at koma inn á útbúgvingina, og so snýr tað seg um hart arbeiði og at sita nógv heima og lesa.

Øll halda, at tað hevur týdning at fylgja dreymunum, men eisini at lurta eftir teimum vaksnu – serliga foreldrunum – áðrenn mann ger av, hvørja leið mann fer.

OECD

OECD hevur gjørt kanningina fyri HK-dir. Greiningini byggir á svar í altjóða PISA-kanningini 2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni