Tíðindi

Við vitlíki til próvtøku

Í løtuni er støðan tann, at skúlarnir sum frægast hvør í sínum lagi royna at finna seg til rættis í hesum nýggja veruleika, men ikki er tað lætt. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

10.07.2025

Próvtøkurnar eru farnar aftur um bak, og so er gott høvi at eftirmeta. Mannagongdirnar og fyriskipanirnar í sambandi við munnligar og skrivligar eru rættiliga greiðar, og próvtøkurnar kring landið blivu avgreiddar sum vanligt. So sum so er ikki nakað at tosa um og tó. Ein nýggjur luttakari er komin í próvtøkuhølið, og tað er vitlíki.

Sum alla aðrastaðni í samfelagnum er vitlíki eisini komið í skúlarnar. Tað er ein veruleiki, sum vit bara mugu ásanna. Tað er komið fyri at vera, og spurningurin er, hvussu skal farast fram, og hvussu skúlar og lærarar skulu bera seg at.

Próvtøkurnar verða skipaðir eftir próvtøkukunngerðini, og hon er frá 2013. Tað ljóðar kanska ikki so gamalt, men í telduheiminum er nógv hent hesi 12 árini. Serliga tey síðstu fáu árini. Tað hevur so havt við sær, at nógv, sum stendur í próvtøkukunngerðini, í roynd og veru er ótíðarhóskandi. Tøkniliga er so nógv hent síðstu árini, at próvtøkukunngerðin átti at verið dagførd.

Vitlíki er so ein táttur, sum als ikki var til fyrr upp á sama máta sum í dag. Gaman í var tað til, men tað var ikki ein partur av gerandisdegnum hjá leikfólki. Síðani er menningin við vitlíki bara farin fram við rúkandi ferð, og óivað er trupult hjá nógvum at fylgja við gongdini. Eisini hjá skúlunum.

Í løtuni er støðan tann, at skúlarnir sum frægast hvør í sínum lagi royna at finna seg til rættis í hesum nýggja veruleika, men ikki er tað lætt. Og tá ið hvør arbeiðir í sínum lagi, og skúlar ikki vita av hvørjum øðrum, er ikki lætt at finna felags stev, sum er rættiliga neyðugt á júst hesum økinum.

Tað er t.d. ótrúliga trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at meta um, um tað veruliga er næmingurin sjálvur, sum hevur skrivað t.d. ein stíl. Kennir lærarin næmingin, er sjálvandi lættari meta um tað, men í einari próvtøkustøðu, har próvdómarin ikki kennir næmingin, er støðan øðrvísi.

So tørvur er á, at vit fáa eitt kjak um leiklutin hjá vitlíki í próvtøkum. Skal vitlíki vera loyvt til próvtøkur, skal tað vera avmarkað, ella skal tað als ikki vera ein partur av próvtøkum fólkaskúlans? Og um tað nú skal hava onkran leiklut í próvtøkunum, so má tað eisini gerast ein partur av dagligu undirvísingini, so næmingarnir vita, hvat teir skulu gera, tá ið teir einaferð koma til próvtøku.

Her eru sostatt nógvir spurningar, og einki er at ivast í, at lærarar hava nógvar ymiskar meiningar um hesi viðurskifti, og tað er neyðugt, at vit seta út í kortið viðvíkjandi vitlíki.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni