Bloggur

VITello og vit fara í skúla

Fríðunn Bolstad Mortensen, lesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, bloggar.

17.08.2025

Tú hevur bíðað, glett teg, hugsað, droymt, hugnað tær, spælt, sagt farvæl og sigur nú góðan morgun – ein nýggj byrjan – vælkomin í skúla!

Gleðir tú teg til at fara í skúla?

Fyrsti skúladagur – skúlabyrjan, nýggjur kapittul, spennandi, men samstundis ræðandi. 

Øll spyrja børnini – gleðir tú teg til at fara í skúla? Børnini svara ja, men tey vita ikki, hvat tað er at ganga í skúla, tí tey hava ongantíð roynt tað áður. Eg hugsaði við mær sjálvari – hvat er tað at ganga í skúla? Tá ið børnini hugsa um, hvat tað er at ganga í skúla, hugsa tey – at lesa, at skriva, at rokna og at sita still á einum stóli. Skúlin er nógv meira enn hetta – tað er í skúlanum, at vit mennast til góðar samfelagsborgarar og góð menniskju. Skúlabyrjanin er tískil ein týdningarmikil hornasteinur, tí skúlin myndar okkara lív og gerandisdag.

Lívsins skúli

Børnini læra nógv, men tú kanst ikki meta um, hvat tú lærir í skúlanum, sum var tað ein støddfrøðibók – tú lærir sosialar spælireglur, tú lærir fólkaskikk, og tú lærir at menna vinabond. Eingin ivi er um, at skúlin er við til at skapa okkum sum menniskju, og tí er felagsskapurin týdningarmikil í einum flokki. Lærararnir skulu tryggja, at øll eru partur av felagsskapinum. Børnini skulu merkja ein tryggleika, tí tað er har – í tryggleikanum og felagsskapinum, at vit læra, og tað er í felagsskapi, at vit vera góð menniskju og góðir samfelagsborgarar. Vitello í bókini Vitello fer í skúla, sum børn í 1.flokki í ár hava fingið, setir spurnartekin við, hví hann ikki kann sita undir liðini á Kammu, ið hann kennir frammanundan. Lovisa lærarinnan sigur: “Vit skifta hvønn mánað, tit fáa nýggj pláss í september, og soleiðis syrgja vit fyri, at øll læra hvønn annan at kenna.” “Eg kenni longu Kammu,” svarar Vitello. “Tað er ríkiligt.” Dentur eigur at verða lagdur á at hava eina góða floksmentan – vit eru næmingar í sama flokki, vit eru ymisk, men vit eru floksvinir, og skulu vera góð við hvønn annan.  

Eg skal í skúla!

Fyrsti skúladagur – børnini eru spent, men samstundis stúrin. Heilin er fullkomiliga ovbyrjaður – børnini eru móð – ókent stað, tey hugsa, tey føla, og tey skulu finna seg til rættis á nýggja pallinum. Tað er natúrligt at stúra – tað er íborið í menniskjanum. Vit eru smæðin, varin, bangin og fáa ilt í búkin, men samstundis eru vit glað og spent. 

Mín fyrsti skúladagur – eg var so spent sum Vitello í bókini Vitello fer í skúla: “Tað er í dag! Tað er nú! Eg skal í skúla!” Mamma og eg fóru leiðandi inn í skúlan – eg í heimabundnari skúlatroyggju og við litfagrari skúlatasku. Eg var spent, men samstundis stúrin – nýggj byrjan, ókend andlit, og eg leitaði eftir mammu og hennara tryggleika. 

Nýggj byrjan er spennandi, men ræðandi, eisini tá ið tú sum 22 ára gomul fer í skúla aftur eftir summarfrítíðina – hvat skal eg fara í, nýggjar lærugreinar og nýggjar avbjóðingar, sjálvt tey vaksnu, sum fara til arbeiðis eftir summarfrítíðina, hava tað á sama hátt. 

Vit minnast øll fyrsta skúladag – angan eftir gongini, fyrstu ferð navn títt verður nevnt innan skúlagátt, tey nýggju andlitini, og felagssangin og orðini: “Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt, tað livnaði og vaks í mínum huga tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt var fyri eygað undurverk at skoða …” Vælkomin í skúla!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni