Tíðindi

Vit vilja hava eina ríka tónleikamentan aftur í Skúlanum við Streymin

Í eina tíð hevur Skúlin við Streymin verið í eini spennandi tilgongd at leggja lunnar undir eina tónleika- og sangmentan, sum eyðkendi skúlan fyri nøkrum árum síðan. - Vit vilja aftur til hesa ríku mentanina, har næmingarnir vóru ógviliga virknir í sangi og tónleiki, og tað hevur við sær, at vit seinastu tvey árini hava havt ynski um at seta tónleikalærarar, so at vit kunnu fara undir at byggja eina sang- og tónleikamentan uppaftur í skúlanum av nýggjum, sigur Marjun I. Stauss, skúlastjóri.

15.09.2025

Tónleikur og sangur skal aftur runga í Skúlanum við Streymin eins og hann gjørdi fyrr. Fyri nøkrum árum síðan myndaðu nakrar eldsálir Skúlan við Streymin við tónleiki og sangi. Henda ríka tónleikamentanin lívgandi skúlaumhvørvið har í nøkur ár, men fór við fólkunum, tá tey fóru. Marjun I. Stauss, sum tók við sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin fyri tveimum árum síðan, vil aftur til hesa mentanina, ið eisini eyðkendi hennara barnaskúla í Leirvík.

- Hjúnini Óla Jákup og Ingun Joensen, sálu, úr Leirvík og Jóannes S. Hansen úr Saltangará, vóru í fleiri ár við til at lyfta og bera eina sterka sangmentan í gamla Norðskála-Oyra skúla, sum seinastu árini hevur vantað í nú samanlagda Skúlanum við Streymin. Vit vilja aftur til hesa ríku mentanina, har næmingarnir vóru ógviliga virknir í sangi og tónleiki, og tað hevur við sær, at vit seinastu tvey árini hava havt ynski um at seta tónleikalærarar, so at vit kunnu fara undir at byggja eina sang- og tónleikamentan uppaftur í skúlanum av nýggjum. Vit eru so heppin, at vit nú hava tveir-tríggjar tónleikarar í húsinum og eru tískil farin í gongd við tónleikaundirvísingina. Harumframt eru vit so heppin at hava fleiri kreativar lærarar.

Hetta skúlaárið verður lærugreinin føroyskt samantvinnað við tónleiki í tveimum blokkum. Grunddeildin fyri seg og miðdeildin fyri seg, og ætlanin er so, at hetta skal skapa grundarlag fyri tónleikaundirvísing í hádeildini, tá hesir árgangirnir vaksa til.

- Skal hetta eydnast, og skulu næmingar vinna sanggleði, er neyðugt, at tað er gjøgnumført og gott, og tískil er ein ordilig íløga gjørd hesum viðvíkjandi, sum vit fult og heilt vænta fer at eydnast. Tveir dupulttímar um vikuna er føroyskundirvísingin tongd at tónleiki, sigur Marjun I. Stauss.

Allir lærararnir í føroyskum í deildunum umframt tríggir tónleika- og sanglærarar eru saman um tímarnar. Umframt at syngja og spæla verða sangtekstirnir brúktir í fakligu undirvísingini í føroyskum; á henda hátt verður tekstfatanin og sangtilvitið víðkað, og næmingarnir læra at arbeiða við yrkingum, myndamáli og lyriskum teksti frá ungum av.

- Tað yvirskipaða endamálið við verkætlanini er, at sangur skapar samanhald, lív og gleði. Eg vænti, at tað tekur tvey-trý ár at fáa hetta ordiliga gott, og at vit um eini trý-fimm ár hava eitt húsaorkestur, at allir næmingarnir luttaka virknir í morgunsanginum, at vit javnan hava sang- og tónleikaframførslur og við tíðini tónleik sum vallærugrein í hádeildini, tí næmingarnir eru fortróligir við tónleik og sang. Vit eru spent, og besta barometrið, ið lýsir gongdina, er sangluttøkan til morgunsangin; tað er ikki frítt, at okkurt tárið treingir á í eygnakrókunum, tá ein fjøld av vøkrum barnarøddum stemmar í eina góðan sang ella sálm.

Íblásturin til hesa verkætlanina kemur bæði av tí, sum Óla Jákup og Ingun Joensen og Jóannes S. Hansen bygdu upp, tá ið tey starvaðust í skúlanum, og lutvíst sangløturnar í Leirvíkar skúla fyri 20 árum síðan, sum Dánjal Eysturstein og Fríðfinnur Johnsson tóku stig til, tá allur skúlin savnaðist í fimleikarhøllini at syngja saman og umframt skipanin í Tofta skúla, sum koyrir við nú.

Í Skúlanum við Streymin hava tey enn ikki gjørt tillagingar við støði í nýggju heimildini at umskipa tímar. Heimildin loyvir skúlunum at brúka fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Tó skal hetta ikki takast av undirvísingatímatalinum í sangi, tónleiki og øðrum lærugreinum innan handaverk og list ella í lærugreinum við tveimum tímum ella færri um vikuna.

- Hugskotið um tónleikaverkætlanina er í samsvari við nýggju kunngerðina um at taka tímar av undirvísing at brúkta til kreativt virksemi, men síðan hugskotið var í stoypiskeiðini, áðrenn nýggja kunngerðin kom í gildi. Vit hava lagt okkum eftir at hugsa fakligheit og føroyskundirvísing inn í verkætlanina við tí fyri eyga, at næmingarnir læra tekstirnar at kenna og gerast tilvitaðir um tekstaslag, myndamál, lyriskan tekst og so framvegis heilt frá byrjan av.
Ein slík verkætlan, sum vit eru í gongd við, kostar nógv í tímum, og vit høvdu verið farin undir hana, hóast henda heimildin, sum vit nú hava fingið, ikki var komin. Eg eri onga løtu í iva um, at tónleikaverkætlanin fer at gagna næmingunum væl, tí hóast vit raðfesta tónleik og sang, taka vit einki frá føroyskum – heldur øvut, vit leggja bara aftrat.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni