Tíðindi
08.10.2025
- Viðhvørt er tað lítla framstigið, sum onkur hevði kallað tað, eitt risastórt framstig fyri næmingin. Og soleiðis gongur læring ofta. Eitt stig fram, og so kunnu næmingarnir vera á sama støði í eina tíð fyri síðani aftur at uppliva eitt týðandi framstig. Og júst tí gerast søgurnar av serøkinum so serstakar. Framstigini eru so sera kærkomin, og tá ið næmingarnir megna eina próvtøku, fáa eina útbúgving, sleppa í starvsvenjing ella koma út í arbeiði, so vóru væntanirnar kanska ikki har. Men við góðum og miðvísum arbeiði er sjón fyri søgn, at øll kunnu læra. Tað er júst hetta, sum ger særlærararstarvið bæði spennandi og viðurkennandi.
- Vit síggja, at vit gera mun, og tað ger jú allan munin. Tí høvdu vit í Serlærarafelagnum viljað, at vit høvdu fleiri tímar, og at sjálv uppgávan sum serlærari var neyvari lýst. Sum hon er lýst í dag, er hon ov víð, tá ið hugsað verður um tímarnar, sum verða settir av. Vit eru fegin um, at fleiri lærarar í dag fáa møguleika at fáa útbúgvingina, og at myndugleikin hevur tikið hetta í álvara, nú fáir serlærarar eru eftir. Vilja vit hava eina førleikastovu við serlærara, so er neyðugt at skipa umstøðurnar betur umframt, at vit samstundis síggja stórt í at menna teir serlærarar, sum longu eru.
Fyrstu ferð orðið inkluderandi stendur í føroyskum lógarteksti, er í kunngerðini um førleikastovur. Har stendur, at førleikastovan skal menna eitt næmingalagað og inkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum, sigur Fridrikka Kjeld og heldur hugleiðandi fram:
- Hetta er jú kjarnin av tí heila, at næmingarnir, sum megna tað, uppliva felagsskapin. Hugskotið um førleikastovur er gott, men tíðin er bara ov tepur. Helst eiga vit í dag at spyrja av nýggjum, hvussu vit skipa okkum. Tað má altíð bera til at loysa ásettar uppgávur í førleikastovuni við tímunum, sum eru avsettir. Vit mugu eisini víðari hugsa kreativt og spyrja, hvussu vit kunnu brúka tað, vit hava, betur. Hvussu fáa vit rúmað enn fleiri næmingum. Vit vita, at næmingar trívast og læra best í nærumhvørvinum, og tí mugu vit vera væl fyri og vera væl fyrireikað at møta einstaka næminginum. Tað er jú góðskan á sjálvari undirvísingini, sum skapar góðan skúlaskap.
Samstundis vísir Fridrikka Kjeld á, at skúlar á vári, tá ið ætlanir verða gjørdar og tímar tillutaðir, ikki altíð vita, hvat skúlaárið fer at bjóða av uppgávum. Skjótt stinga óvæntaðar støður sum upp, og einki er bara einfalt. Men spurningurin er, hvussu vit fáa tað at bera til reint menniskjaligt, so enn fleiri fara at halda serøkið vera spennandi og velja tað.
Spennandi verður nú eisini at fáa nýggjar serlærarar út í skúlarnar. Við tí vóni eg, at vit í enn størri mun fara at megna at geva næmingum góð skúlatilboð inni í heimaflokkinum.
Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur gjørt, í Skúlablað nr 3, 2025.