Tíðindi

Vit skulu ikki leggja ov stóran týdning í royndir

Hóast tær eru eitt gott amboð, eiga vit ikki at leggja ov stóran týdning í royndir. Sjálvsagt hevur lærarin, sum er inni í flokkinum hvønn dag og hvønn tíma, eina vitan. Men royndir kunnu geva honum eina aðra vitan oman á ta vitanina, hann longu hevur. Ella eina undran, sum kann brúkast í eftirmetingini av undirvísingini. Tað sigur Rannvá Joensen, sum er farin frá sum lærari og varaskúlastjóri á Skúlatrøð.

11.06.2025

- Tað eru jú ikki royndirnar, sum eru berandi, tá ið hugsað verður um didaktikk og læring. Hinvegin er tað eitt gott læringarumhvørvi, og í undirvísingarhøpi havi eg seinastu árini lagt merki til, at vit oftari enn fyrr hava lyndi til at leggja størri part av didaktikkinum út í armin. Við orðingini út í armin hugsi eg um týdningin av uppgávu- og einnýtisbókum, nú vit hava nógv nýtt og viðkomandi undirvísingartilfar. Tí samstundis sum gott tilfar verður framleitt, skulu vit eisini duga at spyrja, hvussu vit gagnnýta tilfarið, vit velja. Skil meg rætt, tí tilfarið er í sjálvum sær ein ágóði, men tá ið vit tosa um einnýtistilfar, so fara næmingarnir í innskúlingini ígjøgnum eina mongd av bókum.

- Heldur ikki hetta er ein trupulleiki í sjálvum sær, men eg fái hug at seta spurnartekn við, hvør í veruleikanum hugsar teir námsfrøðiligu tankarnar. Er tað ein vandi í, at didaktikkurin fer út í armin, tá ið lærarin oftari letur undirvísingartilfarið, sum hann býtir út og gevur næmingunum at arbeiða við, stýra heldur enn at lata námsfrøðiligar tankar og arbeiðshættir vísa veg?

Rannvá Joensen undrast eisini á, hvussu hesin arbeiðsháttur kann hugsast at ávirka sambandið millum lærara og næming. Tað er jú menniskjaliga sambandið millum lærara og næming, sum verður ávirkað alt eftir, hvønn undirvísingarhátt vit velja, og bara, hvussu lærarin kemur inn í skúlastovuna, hevur týdning.

- Vit mugu sum lærarar alt fyri eitt geva til kennar, at vit hava nakað at geva næmingunum, og tú kennir tað eisini, tá ið tímar hava verið góðir. Tú fert líkasum út um teg sjálva, og tú følir tað eisini á næmingunum, tá ið tú hevur givið teimum okkurt.

- Tí um tú hugsar um ein lærara, so er tað eina professión, og tá skalt tú í flokkinum eisini standa í hesi professiónini framman fyri næmingunum, har tú sum persónur eisini ert sjálvt námsfrøðiliga amboðið. Hetta er í veruleikanum títt handverk. Ár eftir ár hava lærarar brúkt kroppin at siga søgur og frágreiðingar, og afturljóðið hevur verið undrandi eygu, sum eygleiða, og næmingar, sum fáa hug at spyrja og kanna.

- Lærarin kann jú fylla rúmið við sínari vitan og undran ella tonkum og við hesum skapa ein lærandi felagsskap. Eru vit í dag kanska farin meira yvir til, at lærarin fer inn í flokkin og hevur arbeiðsuppgávur við sær, har næmingarnir skulu arbeiða – ofta hvør sær? Undirvísingin má jú ongantíð gerast til nakað, sum bara er uppgávur, tí næmingarnir skulu arbeiða. Og tú hoyrir, vit brúka enntá hugtakið arbeiða. Nær fáa vit tíð til løtuna, tá ið næmingurin bara situr og undrast á regndropan, sum ferðast niður eftir rútinum? Ella løtuna við felags talvuundirvísing, sum leggur upp til prát?

Rannvá Joensen ivast ikki í, at tað er einastandandi gott við nýggjum tilfari, tað má bara ikki stýra undirvísingini ella verða brúkt við tí fyri eyga at fáa næmingarnar at arbeiða. Víðari hevur hon hug at spyrja, um vit kanska ov skjótt forkastaðu nakað av tí góða í tí gamla. So sum søgur, sagnir, sangir og barnalyndið, sum sást aftur í teimum bókunum, sum vit í dag næstan bara føla luktin av, tá ið vit tosa um tær. Hesar kendu múrsteinarnar. Har var eisini nakað gott.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni