Tíðindi
05.09.2025
Fakligu krøvini til næmingin og harvið lærararnar eru vaksin ógviliga nógv síðstu fjórðingsøldina, um somu tíð sum alt tað, sum hevur við trivnað at gera, er farið í bakgrundina. Tað heldur Jóhan M. Stenberg, sum hevur verið lærari síðan 1999. Síðstu tvey árini hevur hann verið formaður í Skúlaleiðarafelagnum og síðstu trý árini varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum og dagligur leiðari í Gulaskúla. Guliskúli er serskúlatilboð til næmingar í 4.-10. flokk og heldur til á Argjum. Í Gulaskúla er málbólkurin næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í fólkaskúlanum.
- Skúlin hevur uppgávuna at albúgva næmingarnar, men tann uppgávan hevur fingið minni og minni rúm, tí tann fakligi parturin fyllir meiri og meiri. Lítil og eingin tíð er at sosialisera næmingarnar, og tað ger, at ójavnvág er komið í skúlan og lívið í einum flokki. Tað fakliga hevur fingið so nógv at siga, at tað hevur koppað øllum. Tá ið næmingarnir longu í fyrsta flokki skulu lesikannast fimm ferðir, eru vit farin ov langt. Øll skulu duga alt fyrr og skjótari, krøvini gerast fleiri og størri, og tað leggur trýst á lærararnar, tí alt skal náast eftir styttri tíð. Tað er blivið ógviliga komplekst at vera lærari.
Tað hevði loyst upp fyri nógvum viðurskiftum, um toymisarbeiðið í skúlanum varð ment, tí so hevði lærarin ikki staðið so einsamallur við øllum avbjóðingunum, sum eru í einum skúladegi, heldur Jóhan M. Stenberg.
- Arbeiða vit fram ímóti eini toymismentan í skúlanum, koma vit nógvari strongd til lívs, tí vælvirkandi toymi arbeiða saman um undirvísingina, næmingarnar og foreldrini.
Skúlaskipanin, soleiðis sum vit kenna hana, er ótíðarhóskandi, og tað er ørkymlandi, at vit halda fast í henni, heldur formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum.
- Skúlin, soleiðis sum hann er skipaður í undirvísing, felagstíð og egintíð í eini virksemisætlan, møtir ikki krøvunum í dag. Eftir mínum tykki átti at verið hugt at, hvat ein skúli í dag krevur og síðan tillagað hann sambært tí. Tíðin er farin frá privatpraktiserandi læraranum, sum er einsamallur um flokkin og undirvísingina og alt, sum hoyrir til aftrat. Vilja vit hava tvílæraraskipan, sum er nógv frammi í dag, mugu lærararnir fáa tíð at fyrireika arbeiðið og leggja undirvísingina til rættis. Fáa teir ikki hesa tíðina, er eingin tvílæraraskipan.