Tíðindi

Við tvílæraraskipan gerst læringin betri

Á Skúlatrøð eru undirvísingin í innskúlingini partvíst skipað í tvílæraraskipan. Teir tímarnir verða væl brúktir, lærarar vita, hvat teir skulu, og tað er bæði fakliga og sosialt til frama fyri næmingarnar, halda báðar fyri. Jónfríð Foldbo og Elin Maria Sørensen arbeiða báðar sum lærarar í tvílæraraskipan.

29.01.2025

- Onkur kann hugsa, at tvílærarin gerst ein eyka lærari, men soleiðis er tað ikki. Tá ið vit fakliga kennast væl, hava arbeitt leingi saman og kenna næmingarnar, so gerst tað natúrligt, og okkurt gerst enntá óneyðugt at seta orð á. Vit vita, hvat vit vilja, og hvussu vit vilja hava tað. Ósemjur og ivamál eru sjálvsagt ikki søga, men tá ið vit samstarva væl, so gerst tað ongantíð ein stór avbjóðing, heldur Jónfríð Foldbo.

Hinvegin kann tvílæraraskipanin vera viðkvom, tí tað merkist, um lærarar nakrar dagar eru burtur, vísa tær báðar á. Tað er jú sjálv styrkin í skipanini, at næmingarnir hava somu lærararnar í nærum øllum tímunum. Men víðari er tað samstundis ein av vinningunum, tí um bara onnur er burtur, so er hin tøk og kann lesa tímarnar, og næmingarnir hava so í øllum førum ein lærara, sum teir kenna væl.

- Styrkir okkara sum lærarar eru ymiskar, og tað gagnar næmingunum, tí vit nevniliga kunnu gagnnýta tær saman. Tað er ein vinningur, at tvílærarin kennir næmingarnar og veit, hvat teir hava brúk fyri. Eygleiðingin av næmingunum gerst betri, og tann, sum undirvísir, verður minni órógvaður. Sjálvsagt gerst læringin betri, og næmingarnir fáa meira av tí, teimum tørvar, heldur Elin Maria Sørensen.

Ágóðin við tvílæraraskipanini sæst eisini aftur í, at onkrar dagar hava báðar sum flokslærarar allar tímarnar á skúladegnum. Tí loyvir hendan skipanin til dømis skipaðar útidagar, har tey undanfarin ár hava verið úti í Grøv og kókað suppu, hava vitjað ymsastaðni í býnum, hava gjørt eplaveltu og gjørt blómubinding á Viðareiði. Her merkja tey eisini, at foreldrini fegin vilja vera við bæði at fáa vitjan og at koyra.

- Vit hava fyrr skipað fyri útidøgum, til dømis arbeitt við orðum og hugtøkum, tá ið vit eru úti. Í føroyskum lósu næmingarnir tað eina árið um ein høsnagarð. Tá segði ein av næmingunum, at tey áttu ein høsnagarð. Hetta kveikti hugin hjá okkum at fara á vitjan har, og tað gjørdist bæði ein góður og læruríkur dagur, siga tær frá og fara at smílast.

- Altso, í høsnagarðinum lærdu næmingarnir orðið øks. Og tað var ikki bara tilvildarliga. Teir upplivdu, at øksin varð brúkt til at taka lívið av tveimum hønum. Tað var væl fyrireikað, har næmingarnir fingu møguleika ikki at vera við júst ta løtuna, um teir ikki vildu tað. Tá ið hønurnar mistu høvdið, fóru tær rennandi avstað, og tað gjørdist sjálvsagt ein av minniligu løtunum, sigur Jónfríð Foldbo og fer at flenna.

- Tey lærdu hendan dagin eisini orð sum at royta, at kryvja, innmatur, og so fingu næmingarnir heita høsnasúpan. Myndirnar frá degnum vóru settar í myndabók og lagdar út á vikuætlanina. Sjálvt tey, sum frá byrjan vóru varin og ivasom, fingu nógv burturúr, og nógvar vóru søgurnar, tá ið næmingarnir komu heim. Orðini komu við hesum natúrliga og vóru partur av góða prátinum seinni í skúlanum. Tað er tað góða við hesum. Vit hava bara betri tíð til næmingarnar – bæði fakliga og sosialt. 

Tóra við Keldu hevur skrivað. Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni