Tíðindi

Verður kravið um ávísar lærugreinir viðvíkjandi upptøku á miðnámi slept?

Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Djóra N. Joensen, landsstýrismanni við barna- og útbúgvingarmálum, munnligan fyrispurning eftir § 52 í Tingskipanini um krøv til lærugreinir í fólkaskúlanum

18.09.2023

Løgtingsmaðurin spyr:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir at fylgja tilmælunum um at sleppa kravinumum ávísar lærugreinar viðvíkjandi upptøku til miðnám?
2. Er ætlanin at fylgja tilmælunum um at styrkja verkligar og kreativarlærugreinirnar?
3. Um ja, nær er ætlanin at fylgja tilmælunum?

Í viðmerking til munnliga fyrispurningin sigur løgtingsmaðurin, at tað í álitinum, sum arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum fyri summarfrítíðina verður mælt til at sleppa kravinum um týskt sum upptøkukrav til miðnámsskúlan og lata tað vera vallærugrein á jøvnum føti við aðrar lærugreinar.

- Tað gevur so næmingum størri frælsi at velja vallærugrein, ið næmingurin hevur áhuga í, heldur enn hvat ein møgulig útbúgvingarleið krevur. Tað reisir so eisini spurningin, um landsstýrismaðurin eisini fylgir tilmælunum at styrkja tær verkligu og kreativu lærugreinarnar, ið álitið eisini mælir til. Tað gevur næmingunum betri møguleika at velja vallærugrein eftir áhuga, og harafturat eisini eina vallærugrein, ið vendir sær meiri til eina yrkisútbúgving. Tað hevur verið tørvur á, at fleiri velja sær eina yrkisútbúgving, og hetta kann virka við til hetta. Um ætlanin er at seta hetta í verk, er umráðandi at vita, nær mann ætlar tað. Eitt nýtt skúlaár er júst byrjað, men tað verður skjótt, at fleiri skulu í holt við at velja vallærugrein til eitt komandi skúlaár. Tá er neyðugt hjá næmingunum at vita, um tey skulu leggja upp fyri kravdum lærugreinum fyri upptøku í miðnámi ella ikki.

Leinkja til munnliga fyrispurningin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni