Leys størv

Varaskúlastjóri til Hvalbiar skúla

Hevur tú hug og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Hvalbiar skúla.

Í Hvalbiar skúla ganga 80 næmingar frá 1. til 9. flokk.
10 starvsfólk starvast í løtuni í Hvalbiar skúla.
Starvið verður sett frá 1. oktober 2025

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

dugir at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við skúlastjóran vil taka lut í og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðisligu leiðsluni av virksemi skúlans

Harumframt skal varaskúlastjórin saman við skúlastjóranum

standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí einstaka fyri samávirkan og medábyrgd

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir.

Umsøkjarin eigur at hava

góð leiðslu- og samstarvsevni
góðan málsligan førleika í skrift og talu
førleikar at taka neyðugar avgerðir og vera sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Hvalbiar skúli.
Starvið er lønt í lønarflokki 31-3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag. Mánaðarlønin er kr. 44.559,27 umframt 17% í eftirløn.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir Umsóknir saman við prógvi/-um, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 13. august 2025.

Umsóknin kann sendast við posti til:

Hvalbiar skúli
Norðbergsvegur 16
850 Hvalba

ella við telduposti til: hva@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eydnu Danielsen, skúlastjóra á tlf. 237587 ella við at senda teldupost til ed0604f4@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni