Leys størv
Spennandi starv sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð er nú leyst at søkja
Starvið verður sett frá 15.januar 2025 ella skjótast gjørligt eftir tað.
Um skúlan:
Á Skúlatrøð starvast uml. 95 starvsfólk og ganga uml. 735 næmingar á skúlanum skúlaárið 24/25.
Á Skúlatrøð leggja vit dent á at skapa eina felagskenslu, at hava skipað viðurskifti og at hava virðing fyri hvørjum øðrum.
Námsfrøðiliga visjón skúlans er: At skapa og læra – spyrja og svara.
Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild, hádeild og serdeild umframt eina 10.flokkseind, nevnd Valskúlin.
Um starvið:
Varaskúlastjórin er við til at mynda skúlan saman við leiðslutoyminum og kemur, saman við leiðsluni, at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum.
Í starvinum fert tú at hava ábyrgd av 1. til 3. flokki. Samstundis verða aðrar leiðsluuppgávur ein partur av gerandisdegnum.
Førleikakrøv:
Søkt verður eftir einum varastjóra, sum vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visjón skúlans. Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving.
Vit ynskja:
• At tú hevur starvsroyndir í fólkaskúlanum
• At tú ert fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva
• At tú virkar fyri trivnaði og felagskenslu í øllum skúlanum
• At tú virkar fyri at skapa virðing fyri skúlanum
• At tú hevur mennandi starvsfólkaleiðslu og greiðan leiðslustíl
• At tú hevur førleikar at taka neyðugar avgerðir og ert sinnað/ur at fara undir avbjóðingar
• At tú hevur góðan málførleika í skrift og talu.
Lønar- og setanartreytir:
Setanarøkið er á Skúlatrøð. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er sáttmálasett uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. desember 2024 kl. 12:00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo, ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri
Skúlavegur 6 FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um starvið fæst við venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo