Leys størv

Varaskúlastjóri til Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv frá 01.01.2025

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og hava ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
dugir at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans

Harumframt skal varaskúlastjórin

standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava:

góð leiðslu- og samstarvsevni
vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
góðan málsligan førleika á skrift og í talu
førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. desember 2024 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast á: durita.joensen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella 477331

--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 500 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni