Tíðindi

Ung vilja hava steðg frá skíggjunum

Ung brúka alsamt fleiri tímar hvønn dag framman fyri skíggjanum. Hvussu er tað at vaksa upp í einum hyperdigitalum heimi?

28.06.2024

Tað fyrsta ættarliðið av teimum, ið eru vaksin upp við talgildum miðlum, er í ferð við at gerast vaksin. Nú eru granskarar farnir undir at kanna, hvussu tað hevur ávirkað tey at vaksa upp í einum hyperdigitalum heimi.

– Ung nú á døgum eru talgild á heilt annan hátt enn foreldur teirra vóru. Meginparturin av samskiftinum fer fram talgilt. Tey hava altíð atgongd til undirhald. Lívið hjá teimum á sosialu miðlunum er á mangan hátt komið í staðin fyri gamla ungdómskamarið við plakatum á veggjunum, sum vísa, hvørji tey eru. Tað sigur Mehri Agai, sálarfrøðingur og miðlagranskari við Universitetið í Bergen.

Sjey tímar um dagin við skíggjanum

Miðlakanningar vísa, at børn og ung brúka alsamt fleiri tímar á netinum hvønn dag. Í granskingini hjá Agai kannar hon skíggjanýtsluna hjá ungum, og hvussu tey avmarka sína egnu nýtslu.

– Kanningar vísa, at umleið 70 prosent av norskum ungdómi eru fleiri enn tríggjar tímar á skíggjunum hvønn dag. Ungfólkini, sum eg havi havt samrøðu við, siga, at tey brúka millum 5 og 7 tímar við skíggjum. Og tey problematisera sína egnu atferð. Tey royna at kobla úr, men tað er ikki lætt, sigur Agai.

So stórur partur av sosiala lívinum hjá teimum ungu fer fram á netinum, at tey eru í vanda fyri at standa uttanfyri, um tey kobla úr.

– Harumframt sær tað út til, at tað at kobla úr kann vera ein spurningur um stætt. Um tey kobla úr, tørvar teimum annað at gera, onnur ítriv – og tey kosta ofta nógvar pengar. Tað kann vera trupult í láglønarfamiljum, sigur Agai.

Sálarligir trupulleikar vaksa

Fleiri kanningar hava víst, at ung nú á døgum hava fleiri sálarligar trupulleikar enn undarfarin ættarlið, uttan at granskararnir vita, hvør orsøkin er.

– Tá er tað natúrligt at seta spurningin, um skíggjarnir eru partur av frágreiðingini, men kanningar hava ikki víst nakað samband millum tal av tímum á skíggjanum og sálarligar trupulleikar, sigur Agai.

Hon heldur, at vøksturin í sálarligum trupulleikum millum ung kann hava samband við aðrar broytingar í samfelagnum. Tað kann eitt nú vera økt individualisering og fokus á, at tú skalt optimera teg sjálvan.

– Tað er eitt rák, sum er eldri enn snildtelefonir og sosialir miðlar. Kortini hava vit sæð ein vøkstur síðstu tíggju árini. Hóast sosialir miðlar ikki eru orsøkin, kunnu teir vera við at ávirka rákið. At fáa “likes” og at dyrka einstaklingin sum eitt slag av høvuðspersóni í egnum rásum ger, at fokusið á einstaklingin verður størri, sigur hon.

Rák at kobla úr

Ungfólkini, sum Agai hevur havt samrøðu við í gransking síni, siga, at tey royna at praktisera tað, sum verður nevnt digital úrkobling. Tað kann vera alt frá øktum tilviti um skíggjatíð, til strategiir fyri ikki at brúka skíggjar í ymsum støðum.

– Men tað er krevjandi at royna at lata vera við at brúka skíggjar. Sosialir miðlar elva til bundinheit. Haraftrat eru tað støðug fleiri funktiónir á telefonini, sum tú hevur brúk fyri í gerandisdegnum. Tað ger tað sera trupult at avmarka nýtsluna, sigur hon.

Ungfólkini siga frá eini rúgvu av ymsum mátum at royna at avmarka egna nýtslu. Tey brúka eitt nú ymsar funktiónir á telefonini fyri ikki at verða órógvað. Tey hava eisini skíggjafríar tíðir ella skíggjafrí ítriv.

– Samstundis síggja vit, at úrkobling er ein partur av einum størri samfelagsráki, sigur hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni