Tíðindi

Týðandi fyrimunur at hava tulk við undir eini skúla-heim-samrøðu

Tað er ikki eitt krav, at lærarar skulu brúk tulk, tá ið talan er um skúlaforeldur, sum ikki skilja føroyskt ella enskt, men eftir mínum tykki hevur tað týdning at brúka tulk, tá ið vit samskifta við foreldur, tí tá ið vit ikki brúka tulk, uppliva vit ofta, at foreldrini siga seg hava skilt, hvat vit hava sagt, men at tey so kortini ikki hava skilt tað. Tað sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

28.04.2025

Samskiftið millum skúla og foreldrini hjá næmingunum, sum ikki skilja føroyskt, er sera tíðarkrevjandi, ásannar skúlastjórin. Berlys Toftadal, hvørs móðurmál er spanskt, er longu frammanundan partur av tulkingartænastuni hjá Útlendingastovuni og tulkar javnan fyri fólk og stovnar.

- Tá ið skúlin hevur brúk fyri tulkum, heiti eg á nøkur ávís fólk kring allar Føroyar at tulka; tulkarnir nýtast ikki at vera á staðnum, so ofta fer tulkingin fram umvegis netið. Tá ið talan er um samskifti millum heim og foreldur, kann tað koma fyri, at tosað verður um viðkvom persónlig viðurskifti; tí er sera umráðandi, at tulkar virða tagnarskylduna. Tað er ikki eitt krav, at lærarar skulu brúk tulk, men eftir mínum tykki hevur tað týdning at brúka tulk, tá ið vit samskifta við foreldur at næmingum, tí tá ið vit ikki brúka tulk, uppliva vit ofta, at foreldrini siga seg hava skilt, hvat vit hava sagt, men at tey so kortini ikki hava skilt tað. Ein týðandi fyrimunur við at hava tulk við undir eini skúla-heim-samrøðu er, at foreldrini eisini kunnu siga, hvat tey hava upp á hjarta. Vit síggja í øllum førum fleiri ágóðar við at hava tulk enn ikki at hava tulk. Vit hava ikki roynt at brúkt vitlíki ella google-translate, men eg kann hugsa mær, at samrøðan ikki er líka smidlig tá, og alt tað kensluliga og annað ikki kemur við, sum tá ið tulkur er við. Vit brúka nógvar pengar upp á at hava tulk. Kommunan hevur víst seg at vera sera lagalig í so máta.

Berlys Toftadal hevur nógvar royndir sum tulkur og kennir tørvin frá báðum síðum, og tí arbeiðir hon við eini ætlan um at fáa eina tulkingartænastu upp at koyra fyri skúlaøkið.

- Koma vit so langt, fara vit hava skeið fyri tulkum, og so kunnu vit bjóða hesa tænastuna út til aðrar skúlar. Í hesum sambandi hevur tað týdning, at tulkarnir hava innlit í skúlaviðurskifti og lógir, sum hava við skúlan at gera. At vera tulkur millum skúla og heim er serligt, tí tað eru nógv viðurskifti, sum tulkurin skal hava vitan um og hava fyrilit fyri.

Tað ganga 299 næmingar í Fuglafjarðar skúla; hetta skúlaárið eru umleið 28 tjóðskapir umboðaðir.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni