Tíðindi
02.10.2025
Hetta skúlaárið fær alt lesivegleiðaraøkið í fólkaskúlanum umleið 5000 tímar. Hesar tímarnar skulu allir teir 38 fólkaskúlarnir í landinum býta sínámillum; samanlagt svara tímarnir til gott trý ársverk. Spyrja vit lesivegleiðarar, so er hetta alt ov lítið til ta stóru uppgávuna, sum lesivegleiðarar hava.
- Vit kundu brúkt nógvar ferðar fleiri tímar. Allir lesivegleiðarar arbeiða meiri enn teir fáa tíð og tímar til, og tað er sjálvandi ikki í lagi.
Ein fortreyt at gera sítt arbeiði til lítar er at sleppa at gera tað, ið endamálið er við tí. Forkvinnan í lesivegleiðarafelagnum heldur, at lesivegleiðarar eiga at sleppa at arbeiða við sínum faki í minsta lagi hálva tíð.
- Eitt er stóri tørvurin, sum er á okkara serkunnleika; annað er nøgdsemið og motivatiónin at takast við økið, sum vit hava útbúgvið okkum innanfyri. Tað er óskiljandi, at skúlamyndugleikarnir ikki vilja gagnnýta okkara vitan meiri, enn teir gera. Tað er sera ónøktandi, ikki bara fyri okkum, sum hava nomið okkum henda serkunnleikan, men so sanniliga eisini fyri allar næmingarnar og skúlaverkið, sum áttu at notið væl av okkara vitan. At vera lesivegleiðari kann ikki samanberast við at undirvísa í øðrum, tí økið hjá okkum – at styrkja lesitilgongdina hjá øllum næmingum – nemur við allar lærugreinirnar. Men sum er kann lesivegleiðaraøkið tykjast at vera ein viðfáningur. Lesivegleiðarin fær kanska tveir tímar ella so um vikuna til lesivegleiðaraøkið; aftrat er hann kanska flokslærari, sum fyllir nógv, ella lærari í hádeild, sum eisini fyllir nógv – ella røkir aðrar uppgávur.
Tá ið lesivegleiðarin í sínum arbeiði sum lærari fevnir um so nógv ymiskt, ið hvørt sær fylla nógv, er minni orka til lesivegleiðaraøkið, og tað er sera spell, halda lesivegleiðararnir.
- At fáa grundarlagið í lesingini upp á pláss hjá øllum næmingum, tað er at koma á lagið at lesa og lesa raðið, hevur so ómetaliga stóran týdning. Fortreytin fyri at fakligari lesing er at lesa raðið, men vantandi orðfeingi og vánaligir lesivanar gera, at fakliga lesingin er viknandi. Næmingar hava ilt við at lesa lættan tekst og einfaldar uppgávur. Teir lesa so óneyvt, at teir misskilja spurningar. Av tí at vit hava so fáar tímar, náa vit bara ein brotpart av tí, vit kundu gjørt, og avleiðingin er, at næmingar, sum hava brúk fyri einum eyka skumpi at gerast góðir lesarar, koma afturúr í lesimenningini.
Boð eru ofta eftir lesivegleiðarum, tá ið talan er um næmingar, sum hava ilt við at læra at lesa ella at koma á glið í lesimenningini. Tað eru ofta yngri lærarar, sum venda sær til lesivegleiðararnar.
- Teir ungu lærararnir brúka okkum mest, tí teir hava brúk fyri okkara hjálp. Teir mangla ta vitanina, sum vit hava. Av tí at vegleiðing av foreldrum og lærarum er stórur partur av uppgávuni hjá lesivegleiðarunum, hevur lesivegleiðarin meiri samband við lærarar og foreldur enn sjálvar næmingarnar. Sambandið við næmingarnar er mestsum bara, tá ið lesiroyndir verða gjørdar. Summir lesivegleiðarar hava tó eisini serundirvísingartímar sum partur av miðfirraðu undirvísingini.
Lesivegleiðararnir hava ognað sær stóra vitan um lesitilgongd, skrivimenning, og at síggja og avdúka lesi- og skrivitrupulleikar m.a. orðblindni. Teir brúka nógva tíð at kunna seg við nýggja gransking og vitan og at samstarva um vitan og royndir við aðrar lesivegleiðarar.
- Alt, vit gera, krevur nógva fyrireiking, sigur Gunnvá Dam.
Les alla samrøðuna við Gunnvá Dam og Helgu Andreasen í Skúlablað nr 3, 2025.
Savnsmynd