Tíðindi

Tøkni er komandi og farandi – innihaldið er varandi

Tøkni, hóast týdningarmikil, verður ongantíð eitt mál í sjálvum sær í skúlanum. Hon er bara eitt amboð at náa teimum veruligu málunum, sum er og verður at menna næmingarnar sosialt, fakligt og trivnaðarliga. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

16.07.2025

Tá ið Johan Gutenberg á sinni, miðskeiðis í 15. øld, uppfann bókaprent, var tað ein tøknilig kollvelting. Ístaðin fyri at skera heilar síður av bókstavum og teknum í træ var nú gjørligt at nýta leysar bókstavir og tekn at gera orð og setningar við, júst sum ein hevði hug til. Nú kundi prentast nógvar ferðir skjótari, lættari og ikki minst nógv bíligari, so fólk flest høvdu ráð at ogna sær eina bók ella tvær. Eitt øgiligt skarvslop fyri mentan og andsfrælsi.

Henda tøkni bleiv annars nýtt heilt upp til okkara dagar, til teldurnar tóku yvir, og verður mett sum ein tann størsta uppfinningin í síðsta áratúsund.

Nógv er hent, síðan Gutenberg var í vælmaktini. Í dag fer menningin, á so nógvum ymiskum økjum, fram við støðugt skjótari ferð. Møguliga ov skjótt. Fleiri eldri fólk hava ilt við at fylgja við og eru tí partvís hektað av samfelagnum.

Ikki minst á telduøkinum eru vit mitt í stórari broytingartíð. Men ymiskt er, hvussu fólk flest hugsa og fyrihalda seg til hesar broytingar. Ein øgilig menningartíð við nógvum nýggjum møguleikum, hugsa helst tey teldukønu. Nørdarnir, sum nærmast búgva í einari teldu í sínum hugaheimi. Í hinari veitini eru tað ofta tey, sum ikki orka broytingar javnan og heldur ikki síggja stórvegis endamál við teimum og tískil hanga nakað afturúr tøkniliga. So er tað stóra fjøldin, ið sum frægast roynir at fylgja við broytingunum. Hetta er eisini galdandi innan skúlagátt. Nógv eru meira og minni væl við, ímeðan onnur hava nakað ilt við at dagføra seg tøkniliga. Hetta er eisini galdandi fyri skúlar sum heild, har raðfestingin eisini er ymisk. Skúlanet skal í hesum sambandi eitast at vera ein hjálp, serliga fyri teir smærru skúlarnar, skilst.

Men spurningurin er, um hetta er so áhugavert í heila tikið. Hugsi ikki. Tøkni, hóast týdningarmikil, verður ongantíð eitt mál í sjálvum sær í skúlanum. Hon er bara eitt amboð at náa teimum veruligu málunum, sum er og verður at menna næmingarnar sosialt, fakligt og trivnaðarliga.

Skúli er, eitt nú, tað livandi og kveikjandi orðið, tað spennandi og lívliga kjakið um stuttsøgu ella skaldsøgu. At síggja tað bergtikna eygnabráið á næmingi, ið umsíðir skilir okkurt torført støddfrøðisligt hugtak. Tað eru slíkar løtur, sum gera, at tú tímir og dámar at vera lærari. Við ella uttan tøkni. Tað má lærarin sjálvur meta um og finna út av.

Eyðvitað nýta vit øll tøkni í undirvísingini í dag so ella so. Samvirknu skíggjarnir, netið og næmingateldur eru alneyðug amboð í dagsins skúla. Spurningurin er bara, hvussu vit nýta hesa tøknina rætt, eisini tá talan er um tær ymisku lærugreinarnar, so vit sum best og tryggast koma ígjøgnum tað tilfar, sum okkum er álagt. Hetta er ymiskt frá lærara til lærara, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Leiðslur mugu vera varnar við at kroysta ymiska tøkni niður yvir fólk, bara tí onkur eitt nú á Námi heldur okkurt er loysnin. Lærarar hava enn sum áður pedagogiskt frælsi.

Vit skulu, sum heild, altíð hava fyri eyga, um hvør og hvussu nýggj tøkni kann brúkast ella ikki. Í støddfrøðini eitt nú eru tvey forrit, sum avgjørt eru hent at nýta, og vera sum skilst nógv nýtt í nógvum skúlum í dag. Tað eru geogebra og rokniark. Sera góð og týdningarmikil forrit, ið geva bæði lærarum og næmingum nýggjar og ofta betri møguleikar.

Til evnið hagfrøði er upplagt at brúka rokniark. Tað er skjótt er seta upp, snøgt og tú sparir tíð. Vit sóu til skrivligu próvtøkuna herfyri, at fleiri næmingar komu í tíðarneyð í greiðslurokning. Her kundi ein loysn verið, at næmingarnir gjørdu uppgávuna heilt ella partvís á telduni, ístaðin fyri sum nú, fyrst at skriva kladdu og síðani at skriva inn. Hetta er uttan iva framtíðin. Men í undirvísingini í hagfrøði rokni eg sjálvur altíð uppgávurnar á pappíri fyrst, áðrenn rokniark. Næmingarnir skilja tað betur á tann hátt. At spyrja rokniarkið, hvat median er, er ikki nokk. Tú mást eisini skilja hugtakið.

Stóri fílurin í rúminum er annars vitlíki, og hvussu vit fyrihalda okkum og nýta hetta nýggja og slóðbrótandi amboðið. Tað mugu vit so hvørt finna út av. Neyvan tað sama skamtalopið sum hjá Gutenberg á sinni. Men øðrvísi verður tað tó. Eingin ivi um tað.       

 

  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni