Tíðindi
06.08.2025
Fyri nøkrum árum síðani broytti táverandi landsstýriskvinnan við skúlamálum, Hanna Jensen, skúlaskipanina soleiðis, at skúlar kundi býta tveir tímar á tímatalvuni um við annað virksemi hjá næmingunum. Í praksis viðførdi hetta ofta, at ein tími í enskum ella donskum bleiv tikin av tímatalvuni um vikuna, og ístaðin kom ein flokins tími ella ein tími av handaligum ella musiskum slagi á ístaðin. Stundum hvarv eisini ein tími í landafrøði ella søgu, sum ofta viðførdi stórt høvuðbrýggj hjá fleiri lærarum, tí helvtin av tímunum í fakinum reyk. Annar av tveimum. Í donskum og enskum bleiv hóast alt bert ein av fýra tímum tikin til annað virksemi.
Nú hevur so Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, broytt og útbygd hesa skipanina. Í kunngerðarblaðnum, dagfest 8. mai 2025, verður “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan” staðfest av løgmanni. Størsti partur av lógini kemur ikki í gildi fyrr enn 1. august 2028. Tó kemur § 19, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 7, í gildi 1. august 2025. Har stendur: Skúlar kunnu í hvørjum flokki nýta 5 tímar av undirvísingartímatalinum sambært stk. 2, tó ikki av undirvísingartímatalinum í sangi, tónleiki og øðrum lærugreinum innan handaverk og list, ella í lærugreinum við tveimum tímum ella færri um vikuna, til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinar innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum.”
Her eru fleiri áhugaverdar broytingar í mun til gomlu skipanina. At kunnu nýta fimm undirvísingartímar í hvørjum flokki sær um vikuna til ymisk átøk, bæði av fakligum og sosialum slag, gevur sjálvsagt nýggjar møguleikar at tillaga undirvísingina alt eftir tørvi í teimum ymisku flokkunum. Hetta átti at viðført, at meira kom burturúr, ikki minst fakligt. Eitt nú kundi ein tvílæraraskipan verið sera hent í nøkrum førum, har serliga avbjóðandi støður eru. Ístaðin fyri at hava langar skúladagar við einum lærara inni, har møguliga ikki so nógv kemur burturúr, kundi ein tvílæraraskipan nakrar tímar um vikuna verið betur egnað og effektivari, hóast næmingarnir harvið møguliga sleppa einar tveir tímar fyrr til hús. Hetta er bert eitt dømi av mongum átøkum, ið lógin opnar upp fyri. Skynsamar tillagingar kunnu nú lættari gerast, fyrst og fremst fyri at bøta um fakligu úrtøkuna, men eisini eitt nú har fleiri næmingar hava føroyskt sum annaðmál, og har sosialar og sálarligar avbjóðingar eru. So, avgjørt ein broyting til tað betra.
Men sum kunnugt er vandi í hvørjari vælferð. Hesir tímarnir skulu takast onkustaðni frá á tímatalvuni. Og har mugu leiðslur fara varisliga fram. Ikki taka meira tímar frá fakinum enn gott er.
Lógin sigur eisini, at ikki ber til at taka tímar frá vallærugreinunum, teimum musisku og handaligu lærugreinunum, umframt teimum við tveimum tímum ella færri um vikuna T.v.s., at kunningarlærugreinarnar eisini eru friðhalgaðar framyvir. Avgjørt ein bati. Ein tími um vikuna røkkur, sum kunnugt, ikki langt. Men hetta verður sum skilst broytt nú.
Broytingin kemur, sum sagt, í gildi eftir summarfrítíðina. Áhugavert verður at síggja, hvussu leikar fer. Vónandi fær broytingin ynskta virknaðin.