Leys størv

Tveir lærarar og ein námsfrøðingur til Sumbiar skúla

Hesi størv eru leys at søkja í Sumbiar skúla, skúlaárið 2024/25

1 tíðaravmarkað lærarastarv fyri lærara í farloyvi
1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna avlopstímar. Tímatalið verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sept 2024
1 tíðaravmarkað námsfrøðingastarv á uml. 20 klokkutímar um vikuna

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

- leggja dent fakliga og námsfrøðiliga menning

- eru røkin, nærløgd og stundislig

- eru samstarvs- og virkisfús

- eru fyrikomandi

- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið krevur

- duga væl at samstarva

- hava góðar KT-førleikar

Førleikakrøv til lærarastørvini:

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. Tey, ið sett verða í lærarastørvini, mugu kunna átaka sær at undirvísa í ítrótti, svimjing, føroyskum, støddfrøði, enskum, kristni, heimstaðarlæru og søgu. Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær at vera flokslærarar.

Lønar- og setanartreytir hjá lærarunum

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum verða sett, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønarbrotið til tíðaravmarkaða lærarastarvið vegna avlopstímar, verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024.

Førleikakrøv til námsfrøðistarvið

Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, og/ella royndir innan skúlaøkið. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.

Lønar- og setanartreytir hjá námsfrøðinginum

Størvini sum námsfrøðingar eru sáttmálasett, og verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttanir verða kravdar.

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar skúlanum á teldupost sum@skulin.fo

Meir fæst at vita um størvini við at venda sær til Guðruna Viderø í Líðini á tlf 278572 ella á omanfyri nevndu teldupostadressu.

Í Sumbiar skúla ganga 33 næmingar skúlaárið 23/24 frá 1. til 7. flokk. Á skúlanum starvast, umframt 1. læraran, tríggir lærarar, ein námsfrøðingur, ein húsavørður og okkara ómissiliga vaskikona


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.