Tíðindi

Tvílæraraskipanin gevur annað yvirskot

Royndarverkætlanin við tvílæraraskipan í Eysturskúlanum hevur nógvar fyrimunir – ikki minst tá ið talan er um yvirskot og orku. Tað halda Barba Persson og Miriam Nolsøe Johannesen, sum arbeiða í tvílæraraskipan.

30.01.2025

- Vit hava skipað okkum soleiðis, at tað altíð eru tveir lærarar inni í tímunum. Í okkara flokki undirvísa vit báðar í føroyskum saman. Tveir aðrir lærarar hava støddfrøðina. Tað vil siga, at í øllum tímum í fyrsta flokki, uttan í heimstaðarlæru og í kristni, eru tveir lærarar inni, sigur Barba Persson.

- Fyri meg hevur tað verið natúrligt at staðið einsamøll við 26 næmingum, tí soleiðis var tað bara. Nú merki eg bara, at eg í tvílæraraskipanini eri ein heilt annar lærari. Bæði tá ið eg komi inn til næmingarnar, og tá ið eg eri í flokkinum. Tað er eitt heilt annað yvirskot, og júst tað hevur so stóran týdning fyri næmingarnar. At lærarar hava yvirskot og orku at vera kreativir. Tá ið vit hava nógvar næmingar og eru einsamallir, so eru vit nógv meira pressaðir, tí næmingarnir krevja jú allir sítt, og teir merkja skjótt, um lærarar ikki orka.

- Tað er sjálvsagt, at her verður floksleiðsla ein heilt onnur, tá ið vit báðar eru flokslærarar. Um eg skal samanbera at hava 30 næmingar við trimum lærarum við tvílæraraskipan, so er tað stórur munur. Her havi eg betri tíð til einstaka næmingin. Umframt tað er samfelagið seinastu árini broytt, og næmingarnir vísa seg at hava ein annan tørv sammett við fyrr. Foreldur hugsa øðrvísi og eru eisini øðrvísi. So tað, at vit eru tvær, ger stóra munin. Eisini í foreldrasamstarvinum, sum gongur sera væl, sigur Miriam Nolsøe Johannesen.

Tær vísa eisini á, at tær hetta skúlaárið skjótari komu at kenna næmingarnar, og serliga eru tað tey stuttu prátini, sum tíð er til. Í hesum kørmunum er lættari at finna løtuna at práta, og hesar løturnar gera næmingarnar tryggari, og teir fara av tí sama at trívast betur. Tað er als ikki gott fyri smá menniskju ikki at verða sædd. Tí møguleikin hjá næmingunum at knýta góð, persónlig sambond hevur alstóran týdning. Alt gerst lættari, tá ið fleiri lærarar eru um næmingarnar, vísa tær báðar á.

- Vit hava frá byrjan eisini lagt okkum eftir góðum foreldrasamstarvi. Foreldrini vilja fegin hjálpa til og eru sjálvsagt eins og vit áhugað í, at teirra barn hevur tað gott. Vit eru samstundis skjótar at seta okkum í samband við foreldrini, um okkurt er, og tað hevur riggað serstakliga væl.

Tóra við Keldu hevur skrivað. Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni