Tíðindi

Trygdarnevndin kann gera mun

Reisir ein lærari eitt mál, sum hevur við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera, kann viðkomandi venda sær til trygdarnevndina í skúlanum og fáa nevndina at arbeiða við málinum

01.10.2025

Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum, har ið tíggju ella fleiri starvsfólk eru, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum í eini trygdarnevnd. Í trygdarnevndini í skúlunum sita umboð frá leiðsluni og lærarunum. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er partur av arbeiðinum hjá nevndunum. Tað er tó misjavnt, hvussu virknar trygdarnevndirnar í skúlunum eru.

- Undirvísingarstýrið hevur skipað skeið fyri trygdarnevndunum um allar uppgávurnar, sum tær hava. Vit hava tó varhugan av, at nevndirnar ikki eru so virknar, sum tær eiga at vera, og tí hevur Undirvísingarstýrið í umbúna at gera átøk at fáa tær virknari. Tað er eisini upplagt, nú kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið er sett í gildi. Hvat vit annars fara at gera, nú kunngerð um sálarliga arbeiðsumhvørvið er komin, er ov tíðliga at siga, sigur Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.

Reisir ein lærari skúlans eitt mál, sum hevur við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera, kann viðkomandi venda sær til trygdarnevndina og fáa nevndina at arbeiða við málinum. Tað kann bæði vera ein tilburður, sum er farin fram, ið vísir, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er nóg gott, ella okkurt fyribyrgjandi átak at fremja gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Í Undirvísingarstýrinum hevur arbeiðsbólkur í nakrar mánaðir arbeitt við at fyrireika eina ætlan, sum hevur til endamáls at dygdarmenna skúlarnar. Arbeiðið er um at vera liðugt. Dygdarmenningin ber í sær at gera skipanir og leiðreglur, soleiðis at skúlarnir kunnu hava innaneftirlit fyri at vita, hvussu tað gongur í skúlanum, tá ið talan er um øll týðandi viðurskifti – trivnað, undirvísing, fyrisiting og menning í breiðastu merking.

- Endamálið er, at øll viðurskifti skulu mennast og gerast betri. Trivnaður er týðandi partur av dygdarmenningini, tað er at hyggja at, hvussu næmingar, starvsfólk og leiðslur trívast. Skúlarnir fáa sjálvir høvi at seta dám á dygdarmenningina í sínum skúla. Uppleggið er, at skúlarnir á hvørjum ári eftirkanna dygdina í sínum skúla, og at Undirvísingarstýrið triðja hvørt ár saman við skúlunum viðger ymisk viðurskifti.

Les alla samrøðuna við Vagn Foldbo í Skúlablað nr 4, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni