Tíðindi

Trupult at motivera skúlatroyttar næmingar

Nógvir lærarar, sum undirvísa elstu næmingunum í fólkaskúlanum, siga seg hava ilt við at motivera skúlatroyttar næmingar. Tað kemur fram í nýggjari danskari kanning.

26.09.2025

Ein stórur partur av lærarunum í grunddeildini í fólkaskúlanum heldur, at tað er trupult at røkka ávísum næmingum í undirvísingini. Avbjóðingin er størst í hádeildini, tí jú eldri næmingarnir eru, truplari er at motiva teir, serliga um teir eru skúlatroyttir, halda lærarar. Tað vísir nýggj kanning, sum danska grundskúlapanelið hevur gjørt. Grundskúlapanelið er mannað við lærarum, leiðarum og námsfrøðingum.

47 prosent av lærarunum, sum undirvísa í øðrum flokki, siga, at teir í ein mun og í ein stóran mun kunnu motivera næmingar, sum hava lítlan áhuga í skúlaarbeiði; sama er bara galdandi fyri tríggjar av tíggju lærarum (30 prosent) av teimum, sum undirvísa áttanda flokki.

Samlað er tað knapt tveir av fimm (38 prosent) av lærarunum, sum uppliva, at teir í stóran ella ógviliga stóran mun kunnu motivera næmingar, sum hava lítlan áhuga fyri skúlaarbeiðinum.

”Eg taki tað í stórum álvara, tá so nógvir lærarar siga, at teir ikki kunnu motivera teir skúlatroyttastu næmingarnar. Eg haldi, tað lutvíst skyldast, at fólkaskúlin ígjøgnum nógv ár er blivin alt ov bókligur, og næmingarnir skulu sita stillir so stóran part av degnum. Tí er tað gott stig at fara undir juniormeistaralæru, soleiðis at teir næmingar, sum als ikki tíma bøkurnar, kunnu royna seg sjálvan uttan fyri skúlastovuna nakrar dagar um vikuna. Sum heild er skúlin nú nógv praktiskari og kreativari, og valmøguleikarnir eru størri,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri í Danmark.

Lærarar vilja hava nýggjar førleikar

Meiri enn ein triðingur av lærarunum tvørtur um floksstig siga, at teir í lítlan ella als ikki tosa við leiðsluna um, hvussu teir kunnu lyfta næmingarnar, sum eru fakliga ringast fyri, ígjøgnum undirvísingina. Nógvir lærarar sakna harumframt betri førleikar at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Í kanningini siga 43 prosent av lærarunum, at teir í stóran ella ógviliga stóran mun vilja hava meiri vitan um undirvísing av næmingum við serligum tørvi. Tá ið talan er um námsfrøðingarnar í fólkaskúlanum, er talið nærum helmingurin ella 47 prosent.

Ein líknandi eftirspurningur er eisini at síggja millum skúlastjórarnar. Her er tað knapt ein av trimum (32 prosent), sum siga, at trotið av lærarum við førleikum at undirvísa næmingum við serligum tørvi tarna møguleikarnar hjá skúlunum at hava eina undirvísing av høgari dygd.

Danska stjórnin hevur sett 155 milliónir krónur av árliga til at bøta um námsfrøðiligu førleikarnar hjá lærarum, eitt nú við at skapa inkluderandi læringsfelagsskapir. Umframt er ein nýggj útbúgving sett á stovn fyri lærarar og námsfrøðingar, sum hevur til endamáls at styrkja førleikarnar hjá teimum at inkludera børn og ung.

Stórar upphæddir – 500 milliónir krónur – eru eisini settar av til at lyfta lærugreinirnar danskt og støddfrøði; umleið 10 prosent av næmingunum hava stórar fakligar avbjóðingar, tá ið talan er um hesar lærugreinirnar. Í tíðarskeiðinum 2025-2027 eru haraftrat 40 milliónir krónur settar av til at eftirútbúgva fleiri lesi- og støddfrøðivegleiðarar í teimum kommununum, sum hava størstu avbjóðingarnar hesum viðvíkjandi.

Úrslitini í kanningini

- 70 prosent av lærarunum uppliva í stóran ella ógviliga stóran mun, at teir megna at vísa næmingum, sum hvussu virðismikið tað er at læra. 38 prosent upplivir, at teir í ógviliga stóran mun megna at motivera næmingar, sum hava lítlan áhuga í skúlaarbeiði.
- 47 prosent av lærarum, sum undirvísa øðrum flokki og 30 prosent av teimum, sum undirvísa áttanda flokk, uppliva í stóran ella ógviliga stóran mun, at teir megna at motivera næmingar, sum hava lítlan áhuga fyri skúlaarbeiði.
- 43 prosent av lærarunum og 47 prosent av námsfrøðingunum uppliva í stóran ella ógviliga stóran mun, at teir hava tørv á fleiri førleikum, tá ið talan er um næmingar við serligum tørvi.
- 38 prosent av lærarunum siga, at teir í lítlan, ógviliga lítlan ella als ikki hava tosað við leiðsluna um, hvussu teir kunnu geva teimum fakliga veikastu næmingunum eitt lyft í undirvísingini.
- 32 prosent av skúlastjórunum halda, at trotið av lærarum við nøktandi førleikum at undirvísa næmingum við serligum tørvi er ein forðing fyri at hava eina dygdargóða undirvísing.

Um grundskúlapanelið

Í grundskúlapanelinum eru 180 fólkaskúlar og 57 privatir skúlar. Í panelinum eru lærarar, skúlastjórar, námsfrøðingar og næmingar í 4., 6. og 8. flokki. Spurnakanning verður gjørd annaðhvørt ár og setir ljóskastaran á viðurskifti, so sum fakligt sjálvsálit, viðurkenning, førleikamenning, námsfrøðiliga leiðslu og samstarv.

Kelda: uvm.dk

Mynd: freepik.com


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni