Tíðindi
03.06.2025
Í einum samfelagi, sum alsamt verður fløktari, og krøvini til bæði børn og vaksin vaksa, seta vit okkum alt ov sjáldan spurningin: hvussu hava børn og ung tað veruliga? Og hvat gera vit sum vaksin – lærarar, pedagogar, leiðarar og politikarar – fyri at tryggja børnum og ungum ein tryggan, rúmligan og menningarmiklan gerandisdag?
Hesir spurningar liggja til grund fyri einum heilt serligum undirvísingardegi, sum 17. novembur verður hildin fyri fakfólki á Hotel Føroyum undir heitinum: “Dagstovnur, skúli og samfelag – har børn og ung trívast – Felags ábyrgs, felags framtíð”. Hetta er eitt tiltak, har vit seta fokus á tað týdningarmikla samstarvið millum stovnar, skúlar og heimini – og hvat vit í felag kunnu gera, tá tað snýr seg um trivnaðin hjá okkara yngstu borgarum, børnum og tannáringum.
Tveir sera viðurkendir og bókaaktuellir fyrilestrahaldarar úr Danmark vitja – sálarfrøðingurin Ulla Dyrløv við bókini Spot mistrivsel og rektarin Henrik Vestergaard Stokholm við bókini Det er ikke de unge, den er gal med, det er samfundet. Teirra fyrilestrar varpa ljós á týdningarmikil evni innan barna- og ungdómsøkið so sum trivnaður, mistrivnað, ábyrgd og loysnir.
Samfelagið má broytast – ikki børnini
Henrik Vestergaard Stokholm er kendur fyri sína sterku rødd í almenna kjakinum um børn og ung. Hann hevur í fleiri ár verið rektari á studentarskúla í Danmark, men samtíðis tikið lut í almenna kjakinum um trivnað hjá børnum og ungum. M.a. hevur hann verið gestur á Dr-Deadline, poddvarpi hjá Svend Brinkmann, almennari samrøðu við politikkaran Özlem Cekic og í teimum stóru donsku tíðinadabløðumnum við sínum beinrakna og hjartaliga boðskapi um, at tað eru ikki tey ungu, sum eru trupulleikin – tað er samfelagið.
Í fyrilestrinum undir sama heiti sigur Henrik frá sínum upplivingum, bæði sum fakfólk og menniskja, og hvussu hann hevur sæð, at fleiri og fleiri ung detta niðurímillum skipanirnar. Í hansara eygum hava vit bygt eitt samfelag, sum setir ov stór krøv og gevur ov lítið pláss. Hetta rakar serliga tey, sum ikki passa inn í standardformarnar – og tað eru nógv fleiri, enn vit ofta vilja viðganga.
Henrik varpar fram eina greiða áheitan til okkum øll:
“Vit mugu tora at hyggja at okkum sjálvum. Hvat eru tað fyri skipanir, vit hava bygt upp – og hvørji virðir eru tað, vit læra børnini? Vit krevja ábyrgd frá teimum, men hvør tekur ábyrgd av teimum?”
Við einum beiskum eyga á effektiviseringar, snøggar loysnir og prestasjónskultur í skúlum og stovnum,leggur Henrik upp til eina djúpa og neyðuga endurskoðan. Um vit vilja hava børn, ið trívast og tora at vera seg sjálv, mugu vit eisini hava samfelag, ið rúmar teimum – eisini tá tey ikki passa inn í “vanliga” kassan. Henrik leggur aftrat, at skúlin skal vera eitt verndarvirki ímóti umheiminum, har børn og ung kunnu finna ró og nærveru, samtíðis sum tey gerast fakliga dugnalig.
Tá ið vit læra at eygleiða mistrivnað – kunnu vit broyta eina lívsleið
Ulla Dyrløv hevur í fleiri ár arbeitt sum sálarfrøðingur við serligum fokusi á børn og familjur, sum stríðast við sálarligar trupulleikar, strongd, ágang, sorg og mistrivnað. Hon er eisini ein kend rødd í danska almenninginum og hevur skrivað fleiri bøkur um trivnað og barnalív – harímillum Få styr på dit barns digitale verden og Det professionelle kram.
Í fyrilestrinum “Spot mistrivsel” gevur Ulla luttakarunum eina fakliga og menniskjaliga fatan av, hvussu mistrivnaður kann síggjast – og ikki minst, hvussu vit kunnu grípa inn og hjálpa. Hon greiðir frá, hvussu tekin ofta vísa seg í gerandisdegnum – í spæli, í samrøðum, í orkuloysi ella í strongdari kropsligari atferð – men at vit vaksnu ofta annaðhvørt yvirsíggja ella mistulka hesi tekin.
Hon spyr:
“Hví venda vit okkum burtur, tá ið eitt barn broytir atferð? Hví kalla vit tað “at vera trupult barn”, heldur enn at spyrja, hvat hetta barnið stríðist við?”
Ulla slær fast, at tað er ikki nokk at hava góðar meginreglur ella barnarættindayvirlýsingar. Vit mugu í praksis tora at møta børnunum við virðing og veruligum áhuga. Hon undirstrikar, at trivnaður ikki bara er ein kensla – trivnaður er ein grundleggjandi partur av menning og læring.
Trivnaður kemur ikki av tilvild – hann verður bygdur í felag
Báðir fyrilestrar leggja upp til eitt meira heildarligt og tvørfakligt samstarv millum dagstovn, skúla og heim. Tað er ein áheitan um at síggja trivnað sum eina felags uppgávu – ikki sum nakað, ið kann lyftast av einum lærara ella einum námsfrøðingi fyri seg.
Sum tað verður sagt í tiltakinum:
Felags ábyrgd, felags framtíð.
Vit hava øll ein leiklut at spæla. Tað, sum verður gjørt ella ikki gjørt í einum stovni, í einum flokki, í einum heimi, hevur avgerandi týdning fyri eitt barn. Tí krevst tað eisini, at vit arbeiða saman, liva við semju um virðir og tora at siga frá, tá vit síggja, at okkurt barn ikki hevur tað gott.
Tiltakið gevur luttakarunum høvi at reflektera yvir egna praksis, styrkja sítt fakliga støði og amboð til at møta teimum avbjóðingum, sum arbeiðið við børnum og ungum krevur í dag. Eisini verður høvi at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.
Ein dagur við týdningi – ein íløga í framtíðina
Tað er okkara felags ábyrgd at tryggja, at børn og ung í Føroyum ikki bara yvirliva, men trívast, mennast og kenna seg sædd og hoyrd. Og tað er júst henda ábyrgdin, sum hetta tiltak varpar ljós á. Vit gleða okkum til at savna fakfólk úr øllum landinum til ein dag við djúpum týdningi – til frama fyri framtíðina hjá okkara børnum og okkara samfelag.
Fyritøkan Sálarfróði stendur fyri tiltakinum.
Luttøka fæst við at senda ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo
Les meira um tiltakið á salarfrodi.fo