Tíðindi

Vit mugu áhaldandi verja umstøðurnar í fólkaskúlanum

21.09.2026
Tað máar grundarlagið undan lógargreinini um floksstødd at geva undantaksloyvi at koyra fleiri enn 22 næmingar inn í flokkar. Tað heldur Føroya Lærarafelag.

Armarnir vóru uppi í loft, tá eitt samt løgting atkvøddi fyri at minka floksstøddina niður í 22 næmingar. Lógargreinin kom í gildi fyri fyrstu flokkarnar frá skúlaársbyrjan skúlaárið 2025/26. Men áðrenn lógin kom í g  ildi, hevði táverandi landsstýrismaður givið Tórshavnar kommunu undantaksloyvi at koyra fleiri enn 22 næmingar í hvønn flokk.

- At geva undantaksloyvi at koyra fleiri enn 22 næmingar inn í flokkar, máar grundarlagið undan lógargreinini um floksstødd, og vit ivast í, við hvørji heimild landsstýrismaðurin  hevur givið undantak til fleiri enn 22 næmingar í flokkinum, tí nýggja lógargreinin um floksstødd loyvir ikki nakrari heimild at geva undantak, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, eitt nú í røðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í mai.

Lærarafelagið mótmælti undantaksloyvinum bæði í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og í Tórshavnar kommunu, sum hevði biðið um undantaksloyvi, men til fánýtis.

- Vit eru ivaleys í, at fær hesin framferðarháttur valdið, at fleiri enn 22 næmingar so lætt verða koyrdir í hvønn fyrsta flokkin, so verður grundarlagið tikið undan lógargreinini um floksstødd.

Føroya Lærarafelag hevur verið í sambandi við Tórshavnar kommunu um floksstøddina og týdningin, at tað ikki eru so nógv børn í flokkinum. Kommunan tekur undir við floksstøddini, sum stendur í lógargreinini, og hevur sagt við Barna- og útbúgvingarráðið, at tey vilja hava undantakið  strikað, men landsstýrismaðurin vildi ikki taka undantaksloyvið aftur.

- Vit halda, at hetta hevur verið ein løgin leikur, men ein, sum hevur týdning, um vit kunnu líta á, at ovaramarkið fyri næmingatalinum er 22 næmingar í flokkinum.

Tá næmingatalið er 22, eru tað á hvørjum ári fleiri skúlaflokkar, og tað kostar meira. Tí má játtanin til fólkaskúlan vaksa samsvarandi hesum, um fólkaskúlin kann halda stand. Skúlaárið 25/26 kom ein eykajáttan til fleiri flokkar orsakað av hesum.

 - Vit fylgja væl við játtanini til komandi skúlaár, og um tað er lagt upp fyri, at tað verða fleiri flokkar.

Játtanin til fólkaskúlan er afturvendandi evni. Formaður Føroya Lærarafelags vísir á, at fíggjarpolitikkur ikki er skúlapolitikkur.

- Tað slepst ikki uttan um neyðugu játtanina, tí fáa vit ikki hana, fáa vit ikki veitt næmingunum ta undirvísing og umsorgarn, sum teir hava lógartryggjaðan rætt til og hava fyri neyðini. Tað er margháttligt, men onkuntíð tykist tað sum um skúlapolitikkurin verður settur út í kortið í fíggjarnevndini.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026 var triðja árið á rað ætlað at spara í játtanini til fólkaskúlan. Tá avtornaði kom milliónin, sum var skarvað av í uppskotinum til játtan til fólkaskúlan, upp á aftur. Árið fyri var ætlanin at taka 5 milliónir burtur.

-  At halda stand er tó bara næstbest, tí uppgávurnar í fólkaskúlanum er vaksnar, uttan at játtanin er vaksin. Tí er játtanin til fólkaskúlan í veruleikanum minkað, tí at nýggjar uppgávur eru komnar aftrat, uttan játtanin er hækkað samsvarandi.