Tíðindi
Týsklærarafelag stovnað
Í gjár var stovnandi aðalfundur av Týsklærarafelag. Endamálið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálunum hjá lærarum í týskum, at virka fyri stuðli og samstarvi millum limirnar, at kunna um týdningin av týskum, at fáa samstarv við týsklærarar tvørtur um skúlamørk og landamørk umframt at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum, sum hava við undirvísing í týskum at gera.
Í fyrstu nevndina eru komin Andrias Højgaard, formaður, Súsanna Gunna Thomsen, skrivari, Anna Petra Petersen, kassameistari, og Annika Sveinsdóttir Thomassen, tiltakslimur.
Í viðtøkunum fyri felagið stendur, at lærarar, sum undirvísa í týskum, hava linjulærugrein í týskum ella ganga á linjulærugreinini í týskum á læraraútbúgvingini, kunnu gerast limir.
Føroya Lærarafelag hevur allan samráðingarrættin hjá felagnum og er einasti avvarðandi sáttmálapartur yvir fyri myndugleikunum.
Val til nevndina fer fram, tá felagið hevur aðalfund. Tríggir limir skulu veljast umframt tiltakslimur. Bara limir í Týsklærarafelagnum hava valbæri.
Á myndini er nevndin í felagnum.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum