Tíðindi
PISA-tilmælini nóg munadygg?
Hvat skal til, soleiðis at føroyskir næmingar skora hægri PISA-stig í komandi kanning? Tað hava tey, sum hava greinað PISA-úrslitini, eitt boð uppá.
Náttúruvísindi eru høvuðsøkið í PISA-kanningini 2025, sum varð løgd fram týsdagin. Gongdin hjá føroyskum næmingum í náttúruvísindum síðan 2006, tá ið vit fyrstu ferð vóru við í PISA-kanning, hevur verið líðandi framgongd við 418 PISA-stigum í 2006 til 465 í 2018 og síðan afturgongd til 448 PISA-stig í 2022 og aftur lítil framgongd til 451 PISA-stig í 2025. Tey, ið hava greinað seinastu úrslitini, mæla til at styrkja bæði fakliga og lærufrøðiliga virksemið í hádeild fólkaskúlans umframt at gagnnýta bæði PISA-kanningar, fráfaringarroyndir og landsroyndir til at greina, hvørjir skúlar og teirra næmingar hava tørv á stuðli og/ella teirra lærarar hava tørv á eftirútbúgving fyri at menna undirvísingina. Tilmælini frá undanfarnu PISA-kanningunum eru í stóran mun framvegis galdandi. Mælt verður til, at náttúruvísindi fáa eina greiðari og sterkari støðu í fólkaskúlanum, og at náttúruvísindalig undirvísing byrjar longu í 1. flokki og verður ment stigvíst gjøgnum alt skúlaskeiðið. Samstundis eiga størri krøv at verða sett til fakliga førleikan hjá lærarum, sum undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum, eins og møguleikar fyri fakligari eftir- og víðariútbúgving eiga at verða styrktir. Harumframt verður mælt til, at náttúruvísindi verða fast skrivligt próvtøkufak á sama hátt sum føroyskt og støddfrøði.
Gongdin í úrslitunum í lesing hjá føroyskum næmingum síðan 2006 hevur verið stór framgongd fyrsta skeiðið til 2015 – úr 408 upp í 470 PISA-stig. Síðan 2015 hevur verið líðandi afturgongd úr 447 PISA-stigum í 2022 til 428 PISA-stig í 2025. Tey, ið hava greinað úrslitini í lesing, mæla til at styrkja lesing og lesimenning sum eitt felags fakligt og granskingarligt átaksøki, bæði í fólkaskúlanum og á námsfrøðinga- og læraraútbúgvingunum. Hetta fevnir um eina samskipaða ætlan fyri lesimenning tvørtur um lærugreinir, meira og dagført føroyskt lesitilfar, serliga til eldri næmingar og dreingir, og størri tilvit um, hvussu miðil og uppseting ávirka lesifatan. Samstundis eigur gransking í lesiundirvísing, frálæruháttum og undirvísingaramboðum at verða raðfest, við viðvíkjandi, hvussu lesing kann gerast áhugaverd og viðkomandi hjá ungum. Føroyska arbeiðið eigur eisini støðugt at taka støði í royndum og gransking úr grannalondunum, har nógvar av somu avbjóðingunum gera seg galdandi.
Eisini úrslitini í støddfrøði eru eyðkend við fyrst framgongd og síðan afturgongd. Frá 2006 til 2009 var lítil afturgongd – úr 450 til 448 PISA-stig. Tíðarskeiðið frá 2009 til 2018 var støðug framgongd til 490 PISA-stig, sum er besta úrslitið í PISA nakrantíð. Afturgongdin frá 2018 til 2022 í støddfrøði var tó stór til 448 PISA-stig. Síðan er ein lítil framgongd til 452 í 2025. Tey, ið hava greinað úrslitini í støddfrøði, mæla til at byggja víðari á tey átøk, sum longu eru sett í verk, og tryggja, at tey gerast ein rótfestur partur av vanligu støddfrøðiundirvísingini. Hetta fevnir millum annað um at halda fram við og menna Støddfrøði í verki og stuðla lærarum í arbeiðin um við at seta nýggju námsætlanirnar í verk. Støddfrøðilig modellering og talgild støddfrøðilig amboð eiga at fáa ein natúrligan og regluligan leiklut í undirvísingini, og uppgávur, eftirmetingar og próvtøkur eiga í størri mun at endurspegla teir støddfrøðiligu førleikarnar, sum næmingarnir skulu menna. Átøkini eiga bæði at hava sjóneykuna á næmingum, sum ikki røkka stigi 2, og á at skapa betri fortreytir fyri, at fleiri næmingar røkka teimum hægru førleikastigunum. Samstundis eigur menningin at verða fylgd við skipaðari gransking og eftirmeting, so vit fáa vitan um, hvørji átøk hava ætlaðu ávirkanina á støddfrøðiligu førleikarnar hjá næmingunum.
Í tíðindasendingini Kringvarpinum á middegi hevði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, boð upp á, hvat hann heldur skal til, soleiðis at okkara næmingur klára seg betur í PISA:
Form. í Lærarafelagnum: Ein avbjóðing at dreingir duga verri at lesa | Kringvarp Føroya
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum